Fult umfar í meistaradeildunum hjá kvinnum og monnum í flogbólti verður spælt hetta vikuskiftið.
Leygardagin sigur Óli G. Samuelsen beinleiðis frá tveimum dystum á FM1.
Klokkan 12 sigur Óli frá dystinum í meistaradeildini hjá kvinnum millum Fleyr og SÍ í meistaradeildini hjá kvinnum.
Klokkan 16 sigur Óli frá dystinum í meistaradeildini hjá monnum millum Fleyr og ÍF. Báðir dystirnir vera spældir í stórhøllini á Hálsi í Havn.
Samrøður við umboð fyri Fleyr, SÍ og ÍF koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.
Øll kunnu lurta eftir dystarfrásagnunum á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Dystir hetta leikumfarið í Meistaradeildini hjá kvinnum:
4 | ley | 16-11-19 | Fleyr | SÍ | Stórhøll | 12 | Mjølnir |
5 | ley | 16-11-19 | KÍF | TB | Kollafjørður | 14 | Dráttur |
6 | sun | 17-11-19 | Mjølnir | Dráttur | Badmintonhøllin | 17 | Fleyr |
Dystir hetta leikumfarið í Meistaradeildini hjá monnum:
105 | MM | ley | 16-11-19 | SÍ | Mjølnir | Sørvágur | 16 | Fleyr |
106 | MM | ley | 16-11-19 | Fleyr | ÍF | Stórhøll | 16 | SÍ |