Lívið er sum ein góður tango, tvey fet fram og so eitt aftur o. s. fr. Tú kemur altíð fram í hesum lívsins tangofetum. Soleiðis var eisini á Bakkanum fyri fimmti árum síðani.. Lívið á Bakkanum var tengt saman við skip, bátar, Bólstein, Garðarnar, Uppi á Stíggi, heimið, bakkafólk, kaina og Kolbrúnna. Tíðin sýntist at standa still sum í einum dragandi tango, men hóast tað, so fór hon eisini í tíðarinnar hav.
Her var eitt yðjandi lív frá morgni til myrkurs. Ein fittur smádrongur uppi við Bólstein við purlutum ljósum hári reikaði millum hinar dreingirnar, og runnu løturnar av stað í ribbalda kendum spæli í ovfarakæti tíðliga og seint. Hóast Signar var móðurloysingur, stóð við klettin í sinninum. Mamman Sigga, sum var ættað úr Toftum í Fuglafirði, dóttir Jóan Paula og Gøtu Petru, doyði í barsilsong við Signari. Sostatt var hann uppkallaður eftir mammuni. Sigga hevði sera lætt sinni og skemtilig, sum hevur merkt ættina úr Tronganum, og hevur Signar eisini hetta skemtiliga yvir sær, og longu frá barnaárum var góð tøgg í løtunum, sum runnu av stað uppi við Bólstein. Hann vaks upp hjá Hans Davidi, pápabeiggjanum og Kristiannu saman við Atla og Katrinu. Hans David var skipari á Mazeppu øll hansara barnaár, og var altíð hugnaligt at koma á gátt hjá teimum.
Bólsteinur
Skamt frá húsunum var Bólsteinur. Sum eitt ævintýr lá hesin steinurin og goymdi at mongum kveikjandi barnadreymum. Tíðliga og seint varð spælt við henda sjaldsama stein. Hann dróg teg at sær og fekk teg at vera eitt við henda urgamla uppruna skulptur. Hann var og er ein standmynd úr Várharrasa lítla fingri. Ta ið regn var, var ein lítil dammur í kríllinum á hesum hulisliga gróti. Onkuntíð fóru løturnar av stað við at floyta við pekum í hesum lítla dammi. Heimurin bara vaks á hesum inntonkta skalla. Atli var tann, sum mangan plagdi at liggja í hesum grýtuta lendi við hondum uppi undir kinn og droyma seg burtur í hesum Keops hæddum. Hann fór í skúla, áðrenn Signar og eg settu okkum á skúlabonk. Herluf hevði í rokning lært hann ramsuna at býta: Fáa gang, falda, trekkja frá, taka niður. Fáa gang, falda, trekkja frá, taka niður o.s.fr. Hetta rungaði í oyrunum allan dagin á tamp, og onkuntíð var lag sett til hesa ramsu. Á fyrsta sinni, tá ið farið varð í skúla, og henda ramsa varð hildin á lofti í skúlanum, vart tú professari á hesum øki. Hetta hevði tú lært uppi á Bólsteini í einum dulkendum heimi, sum lat av sær eins nógvar spurningar sum Keops pyramidan, sum í sjálvum sær er eitt roknistykki. Tað var Bólsteinur eisini.
Stíggjurin og Garðarnir
Oman fyri vóru Garðarnir og Stíggjurin. Her reikaðu bakkadreingir tíðliga og seint. Bólsteinur var rundur, men Nubbisteinur peiggjaði beint upp í loft. Hann stóð beint niðanvert garðarnar. Einum sinni smiðaðu vit klubba her. Hetta var um tað mundið, tá ið Gamli Sámal Petur varð borin út nov. 1955. Tá ið kirkjuklokkan við sínum seintungu sløgum boðaði frá, at nú fór Gamli Sámal Petur inn um kirkjugarðsgrindina, hildu vit dreingir, at friður átti at valda við Nubbistein, meðan hin gamli fór inn um himmalsins portur. Vit settu okkum upp á steinin og hildu saman hendur í kyrru, meðan elli gamli maðurin varð potaður niður í ta svørtu mold. Tá ið dastið frá hesi jarðarferð var farið í ta døkku mold, varð byggingin tikin uppaftur. Spælibrøðurnir í grannalagnum, Petur Jón og Jákup, vóru við í hesi verkætlan. Smátttan var sett saman av viði úr ølkassum, tunnustavum og sildakassum. Ølkassarnar funnu vit við tann grøna skúrin , sum Kampsaks hevði nýtt, meðan kaiin varð gjørd. Hesin skúrur var brúktur til útsølu á onkrari Varmakeldustevnu. Oman fyri hesa grønu borg lógu tómir ølkassar. Í einunm av hesum kassum fann Jákup eitt enskt pund. Farið var heim á kantórið hjá Pidda at veksla pundið. À, det ríkidømi, sum nú var. Heilar tjúgu krónur fóru í lumman. Ja, kanska eitt sindur minni, men ein dagløn spurdist burtur úr hesum. Jákup keypti beinanvegin okkurt søtt undir tonnina og gav hinum spælibrøðrunum burturav, ikki bert tað, nei, nú skuldi klubbin ikki smíðast við gomlum seymi, men nýggjur seymur skuldi prýða samankomingarnar. Vælsignað veri pundið, varð henda smátta reist við Nubbistein, sum altíð minti teg á, at hetta var í tí Harrans ári, tá ið Gamli Sámal Petur varð borin út.
Uppi á Stíggj stóðust mangar orrustur. Í skúlanum varð avrátt, hvussu leikur skuldi fara fram eftir skúlatíð. Onkuntíð var kríggj millum gjógvaradreingir og bakkadreingir. Tað fór fram niðri í bygdini. Tað var ikki gamansleikur at vera fyri, men orrustan Uppi á Stíggj var meira "kultiverað". Hon var siðiligari og fór fram eftir fastari avtalu millum bakkadreingir, sum høvdu virðing hvør fyri øðrum, og tá ið tú vart tikin fangi, vart tú væl havdur av mótstøðuliðnum. Stíggjurin dróg. Ævintýrið frá hesari verð tók ongan enda. Var tað ikki spæl, so settu vit okkara heimagjørdu tjøld her uppi og svóvu burtur tær blíðu summarnæturnar saman við dúrandi hagafuglum og teirra lótum. Teltini vóru sum sagt heimagjørd. Teltið hjá Atla og Signari var framúr snøgt. Kristianna var ein tann fyrsta mamman, sum seymaði eitt slíkt telt burtur úr mjølposum frá Tip-Top. Hetta telt varð brúkt sum fyrimynd hjá øðrum mammum at tilevna burtur úr hesum "vadmali". Væl bar til. Okkurt av hesum teltum lavaði eitt sindur, og gjørdi hetta bara henda býling meira livandi. Hetta var ein býur av ovurkátum ribbaldum, sum høvdu leitað sær niðanfrá og vildu vera fyri seg sjálvar. Burtur frá teimum grenjutu mammunum, gomlu konunum og monnunum. Fedrarnir vóru til skips, so teir rukku ikki so langt, at teir kundu formana okkum. Nú var óvitalívið sett í karm av dreingjalótum, snildi og ævintýri ovast uppi á Stígnum. Tú vart harri í tínum egna býli, og ikki sørt av errinskapi lá yvir teltbýnum, sum stóð kriahvítur uppi á teimum gráu klettunum. Tá ið tað rivaði fyri eygunum árla á morgni, og tað dró ikki skýggj fyri sól, lá Fuglafjørður so svøvntungur í morgunroðanum og goymdi at teimum tilkomnu og lýddi teimum í hoyra, at tað fór at verða ein dýrdardagur. Fuglaljóð og ljóðkátir smádreingir lovprísaðu løtuni eins og tann fríði fuglurin.
Flakarnir.
Einki dreingjalív uttan flakar. Fyrstu flakarnir, ið vórðu smíðaðir, vóru gjørdir úr tunnustavum við einari sildatunnu í miðjuni við holi í, har sitið varð í og róð við eini kajakkár. Flotið var blikk og sildaflot úr tundri.. Hesin flakin var ikki so framkomin, eins og teir næstu vit smíðaðu. Sum í allari menning her á landi, broyttust flakarnir í stødd og sniði til tað betra. Úti á Pollinum lá ofta eitt stórt tal av russiskum sildaskipum. Tá ið hann var landsynningur og sunnan í ættini við nógvum vindi, fóru fleiri russarabløðrur av russisku sildaskipunum á bláman og inn eftir vágni og endaðu inni á sandinum. Okkurt gløgt dreingjahøvd fekk eitt hugskot at brúka bløðrurnar til flot undir flakunum. Bløðrurnar vóru svartar úr gummi og vóru umleið ein metur í tvørmát. Nú blivu flakarnir ikki gjørdir úr tunnustavum, men sildakassum. Russararnir vóru frammalaga, tá ið um flotið galt. Russaratundrini flutu so nógv lættari í sjónum enn tey, sum føroysku sluppirnar drógust við. Somuleiðis kíkarnir, sum vóru rættiliga tungir at handfara. Nei, russarabløðran broytti sniðið og skapið á flakunum. Tær vóru lættar, og ein kundi bera einum tveimum óvitum uppi.
Hugsi, at tað vóru Bergur Nón og Signar, ið høvdu ein sera snotiligan flaka. Javnan vóru tað tveir og tveir um hvønn flaka. Greinskrivarin og Óla Jakup Christiansen vóru reiðarar á einum flaka. Flakin hjá Margeir Toftegaard stendur fyri mær enn tann dag í dag sum ein fyrimynd upp á gott smíð. Snotiligur, svartmálaður við hvítari rond og lættan tók hann seg fram eftir sjónum. Róð varð um fjørðin við hesum førum. Yvir á Árnastein eftir tara. Hetta var ein Grønlandstúrur. . Settu skrubbulínu millum Ruth og Jakkumotor. Spælið var ein ímynd av tí, ið fedrarnir tókust við. Fleiri blivu rættir sjómenn og skiparar, onkur lærari, politikari og landsstýrismaður. Kanska er tað russarabløðruni fyri at takka, at svá bleiv.
Russisku móðurskipini lógu úti á vágni og høvdu vit eisini eitt móðurskip . Hetta varð smíðað av teimum eldru dreingjunum og varð álagt teimum smærru at koma við so og so nógvum naglum hvønn tann einasta dag, meðan smíðingin stóð uppá. Guði náði tann, sum helt seg undan. Snøgt sagt, hann varð avhølvaður av hesum harrafólki. Í dag kunnu vit líta aftur um bak og geva tí okkurt nýmótans heiti og leggja tað í sukurlaka. Nei, í hesum dreingjasamfelag var tað soleiðis, at eitt var orðið, og annað var nevin. Saman við hesum lagsbrøðrum á flakunum fram við sjóvarklett og fjørusand fór dreingjalívið av stað í ávikum, sum menti teg til mans. Tey eldru ristu bara við høvdinum og spurdu: Hvat verður av hesum harkaliði? Allir komu væl undan og kundu teljast millum menn. Eftir øllum sólarteknum, skuldi onkur okkara verið farin undir tað váta lakið. Onkuntíð stóð illa til, tá ið flakar koppaðu og tú fórt undir kav, men Guð havi lov fyri tað, var hetta ongum fyri at drukna í hesum vási.
Stórabrúgv(Kolbrúgvin)
Stórabrúgv hjá Gamla Sámal Peturi var ein livandi vera. Har vóru fólk tíðliga og seint. Sluppirnar komu undan Grønlandi og Íslandi og løgdu fiskin upp her, og vóru dreingirnar uppí, tá ið lossað varð. Myndin av mammum og børnum, sum stóðu á brúgvarendanum og tóku ímóti, tá ið skipini komu heimaftur, er ein alføgur mynd, sum er rist í hugan frá hesi tíð, tá ið hvørt heim í Fuglafirði hevði ein ella fleiri av sínum á sjónum. Róp kom í, tá ið t. d. Mazeppa kom undan Enninum - Mazeppa ohoy! Mazeppa ohoy! Tey, sum vardu av, tustu norður á brúnna. Tá ið lagt varð at stóðu skipsmenninir so væl snollaðir frammi á bógnum og á dekkinum. Okkurt gott var í væntu. Reisan úr Grønlandi tók einar 14 dagar. Hugsi hesar løtur fóru av stað við at tilevna eina dukkusong, holabát ella eitt skip til børnini. Hans David hevði ein túrin heim við sær tveir lastbilar til Signar og Atla. Teir vóru blágráir á liti, høvdu reyða last og kundu vippa. Slíkar bilar hevði eingin drongur á Bakkanum sæð áður. Flestu bilarnir vit spældu við, høvdu vit klossað saman sjálvir. Hetta var krotusmíð, men tað sum nú fór eftir vegnum undir Bólstein, var smíðað so finsligt, sum vit ikki dugdu. Her fór leikur fram í eini hugaverð, sum tengdi fedranna sjólív í tilevnaðar lutir úr eini sjómannahond, sum rakk av Kappanum til Kolbrúnna og ævintýrheimin við Bólstein.
Ikki vóru tað myntirnir, ið ríkaðu barnasinnið frá hesi tíð, men heldur ímyndir av eini einfaldari tilveru sum var litrík og avspeglaði vakstramanna tilveruni á sjógvi og landi, sum óivað mundi vera stríggin og stravin. Hetta rann ikki okkum til hugs, og minni vit merktu tað á foreldrunum, tá ið páparnir komu heim av einum miseydnaðum túri.
Kolbrúgvin ( Stórabrúgv) hevði eina luftbrúgv og ein krana. Luftbrúgvin var himmalhøg. Har upp klattraðu vit mangan og vóru við, tá ið vagnarnir fóru eftiir skinnarunum inn og út. Kolið varð stoytt í kolkjallaran og salti í saltkjallaran. Hetta var snilt. Einans tveir, tríggir mans skuldu til hesa lossing, men stuttligt var at standa á vogninum, meðan "tokið" dartaði inn og út. Ikki at gloyma kranan, tá ið vit syftu onkran út yvir brúgvarendan og niður ímóti vatnaskorpuni. Onkuntíð endaði onkur á sjónum. Á det levint, ið tá var. Gekkurin, Kristian hjá Trónda og Alexandur á Eiði vóru arbeiðsformenn, góvu okkum ein skarpan gang. Ein brest í reyvina.... upp á ein " penan" máta, men tú fekst eisini at vita, hvør ið ráddi fyri borgum. Ólukkudýrið, ið fleyt á sjónum, stríddist fyri lívinum, men kom umsíðir klórandi upp eftir pelunum. Spælið var fullkomið. Tað villa, tað øra var markleyst, sum mangan kom til sjóndar í spælinum niðri við vátan sjógv og fjørulut. Alt ella einki hjá hesum óstýriligu ribbaldum, sum illa dugdu at skina á, hvat var loyvt og ikki loyvt. Hugsi nógvir bakkadreingir kenna seg aftur í hesum villmannalívi á tí heilaga slottinum Kolbrúnni, sum var fyri guðar, sjómenn, hampafólk, treiskar og tóvuttar smádreingir.
Kaiin og russararnir
Tað var ein dekans munur millum Kolbrúnna og kaiina. Tað komu nógv stór før til bygdina um hetta mundi og løgdu upp kol og salt við Stórubrúgv. Kain var størri í vav, men ikki so høg upp á fót sum Stórabrúgv, men ikki at forgloyma tey stóru russisku móðirskipini, ið løgdu at her, t. d. Tobruk og Narvik sum mundu vera eini 10.000 tons til støddar. Ikki so sjáldan hálaðu russar vatn við kaina. Hetta vór minni før. Onkrir av teimum itu Groznjeft og Aznjeft. Russarnir vóru blíðir - kino dobra - filmur góður, dugdu vit at siga, og ikki so sjaldan varð farið um borð at hyggja at filmum. Meðan, antin tað var Tobruk ella Narvik, ið lógu at, varð hvítt lørift hongt upp á ein av ljóssteyrunum á kaini, og filmstólið stóð innan fyri eitt kúgveygað á damparanum, snurraði, og bleiktraði, meðan ein fjøld av fólki stóð um kvøldarnar og hugdu at. Hetta var forkunnugt filmslív, men ólukkutíð kom danska "øvrigheitin" og forpurraði filmsýningini. Sjálvur tann grái Lundin hjá tí donsku sjóverjuni kom upp í leikin og steðgaði hesari livandi gongd. Hví hetta var so, fekk eingin at vita um. Sakleysir russarar, óskyldug bygdafólk - vaksin, børn og ungdómar hugnaðu sær á kaini hesar dagar. Hetta var undir tí kalda krígnum, sum kanska eisini skuldu seta síni fingramerki á góðvarnar sjómenn og góðvarið bygdarfólk, sum bara høvdu gott at bera hvørt øðrum. Russararnir spældu onkran fótbóltdyst ímóti fuglfirðingum á kaini, sum tá var fótbóltsvøllur í bygdini. Eisini sóu vit teir spæla flogbólt sínámillum. Okkurt skemtiligt stakk seg upp. Harry hjá Martini á Støðini peikaði á kaifútan og læt í honum: Sjumarega, meðan russar hoyrdu. Hetta var bara gjørt í spølni. Millum russar fekk hann navnið Sjumarega, sum teir hildu vera hansara kristna navn.
Signar, sum gekk við einum rivnum keppi ein dag, fekk keppin seymaðan aftur av einum konufólki, sum sigldi við einum av teimum russisku vatnbátunum . Hetta var so sera snøgt gjørt, at tað kundi verið sjálv sjúkmamma hansara, sum hevði seymað keppin aftur.
Myndin av fimleikaliðnum hjá Petur Sigurd Rasmussen, ið var vikarur við Fuglafjarðar skúla, sum er frá 1955/56, er eisini ein mynd av villmonnunum av Bakkanum, sum her standa so ernir í fimleikaklæðum, sum mammurnar seymaðu úr mjølposum úr Tip-Top eins og teltini vórðu tað. Myndin er frá einum fimleikatíma, sum vit høvdu norðuri á kaiini. Vit gingu skrúðgongu gjøgnum bygdina og vístu okkum, meðan mammurnar stóðu og hugdu at avrikinum úr mjølposaplagginum, sum vit ekkaleysur og stoltir fóru í uttan knarr, fjas ella háva. Hetta var tann tíðin, tá ið mangt plaggið varð virkað burtur úr ongum, og sigast kann, at tey flestu vóru nøgdsom glað og fyri tað, tey fingu.
Hetta var bara nakað, sum rann fram fyri meg, nú Signar fer um tey seksti. Hjartaliga til lukku við tí runda árinum, og takk fyri løturnar á Bakkanum fyri 50 árum síðani. Tað hendi jú tað, at Signar flutti heim í Gjógvará at búgva uml. tíggju ára gamal. Tá bleivst tú gjógvarádrongur. Hugsi ikki tað var eins spennandi, sum at vera bakkadrongur. Tangotrinini vóru eitt sindur annarleiðis heimi í Gjógvará, men hóast tað komst tú fram í lívinum og fekst sæti millum hægstu sessir landsins. Hetta hevur verið eitt gott tangolag. Tað lati eg liggja, men smádreingjaløturnar vóru stuttligar, spennandi, og mikil skaldskapur var í hesum óvitadøgum.
Frits Johannesen