Undir heitinum “Tey byggja land” letur Sigrun Gunnarsdóttir upp listaframsýning í atelieri sínum á Eiði Hvítusunnudag kl. 15.00.
Tað verður borgarstjórin á Eiði, Jógvan í Skorini, sum setur framsýningina, meðan Niels Midjord og Eilin Hansen fara at framføra tulkingar yvir verk hjá Leonard Cohen.
Við íblástri úr føroysku náttúruni, fólkalívinum og ferð hennara í Kina er myndavævið bæði stórt og fjølbroytt.
Sigrun Gunnarsdóttir hevur útbúgving frá Det Kongelige Danske Kunstakademi 1973-80 og hevur sett djúp spor í tann føroyska listaheimin. Sigrun hevur verið víða um við sínari list, og er hon umboðað á mongum listasøvnum. Fyri stuttum luttók hon á listaframsýningum í Kina.
Sigrun Gunnarsdóttir kemur á eitt vegamót mitt í 1990-árunum og endar í einum symbolskum, surrealistiskum heimi, ið er nógv øðrvísi enn nakað annað í føroyskum listalívi.
Vit halda, at vit fata innihaldið í myndunum, men hóma samstundis eitt metaforiskt lag, sum talar til tað ótilvitaða. Tá ið vit hava sæð hennara myndir, eru tær sum brendar inn á sjónina – og í hugaheimin.
Grundstøðið í list Sigrunar er merkt av nýhugsandi, aldargamlari kristnari mentan.
Vit gerstast varug við ein annan heim – uttanum okkum, innan í okkum, sum ikki sæst, bert merkist. Vit verða drigin inn í verkini og gloyma okkum sjálv burtur, standa verjuleys, men samstundis væl vard av sybolunum, sum fylla myndaheim Sigrunar.