Sigur og javnleikur til hondbóltsútisetar

Eftir frívikuskifti vóru kvinnurnar og menninir hjá ÍF Føroyum aftur á vøllinum í gjár

Hondbóltur

 

Kvinnurnar vunnu sín dyst 18-13 eftir hálvleiksstøðuna 11-10. Mótstøðuliðið var Søborg, sum liggur á triðja plássi í deildini.

Kvinnurnar høvdu trupult við at fáa spælið at rigga frá byrjan, og fyrri hálvleikur var eisini sera javnur og spennandi, hóast kvinnurnar hjá ÍF Føroyum alla tíðina á odda við einum ella tveimum málum.

Men so við og við økti ÍF Føroyar um leikferðina, og tað hevði við sær, at Søborg ikki megnaði at fylgja føroyska liðnum. Spakuliga vaks málmunurin, so at tað at enda vóru fimm mál á muni.

Sigurin merkir, at føroysku kvinnurnar framvegis eru ósigraðar í deildini.

Hjá monnunum gekk ikki heilt so væl. Teir spældu ímóti Tårnby, sum megnaði at fáa javnleik 20-20.

ÍF Føroyar kom annars væl frá byrjan, og serliga Hjalti Jacobsen var stinnur fyrstu løtuna og gjørdi eisini fýra tey fyrstu málini. Men so steðgaði spælið upp, Tårnby kom við aftur í dystin og hálvleiksstøðan var 10-10.

Seinni hálvleikur byrjaði sum fyrri, men hesaferð var tað Hanus Johansen, sum vísti vegin. Miðskeiðis í seinna hálvleiki vóru føroyingarnir eisini á odda við trimum málum, men Tårnby vísti góðan hugburð og kom afturí aftur, soleiðis at tað endaði við stigabýti.

Føroysku málskjúttarnir vóru Hjalti Jacobsen 6, Hanus Johansen 5, Rani Slættanes 3, Heini S. Kristiansen 2, Bárður Dal Christiansen 2, Róar Akralíð 1 og Leif Hákun Jacobsen 1.