Í gjár gjørdi rætturin í Ipswich av at varðhaldsfongsla tann 48 ára gamla Steven Wright í fýra mánaðir, so løgreglan skal fáa stundir til at prógva, at tað var hann, sum myrdi fimm skøkjurnar, sum vórðu funnar deyðar í síðsta mánað.
Verjin hjá Steven Wright, Paul Osler, sigur við The Times, at Wright heldur uppá, at hann er ósekur. Annars vil blaðið Daily Telegraph vera við, at tann kendi sakførarin Karim Khalil skal verja Steven Wright, tá málið kemur fyri í rættinum tann 1. mai. Khalil hevur verið verji hjá fleiri kendum brotsmonnum, teirra millum Ian Huntley, sum myrdi tvær smágentur í Soham fyri nøkrum árum síðani.
Løgreglan vil í sínum lagi vera við, at Steven Wright myrdi tær fimm skøkjurnar í tíðarskeiðinum frá endanum á oktober til miðskeiðis í desember. Meiri enn 500 løgreglumenn hava arbeitt við málinum. Løgregluovastin í Ipswich, Alastair McWhirter, sigur við The Times, at upplýsingar frá almenninginum hava havt sera stóran týdning. Ikki færri enn 12.000 ferðir vendu fólk sær til løgregluna við ymsum upplýsingum, sum endaðu við, at Steven Wright bleiv tikin.