Hóast tað hevur ómetaliga stórt virði fyri ferðavinnuna, at Føroyar vunnu á Grikkalandi, so er umráðandi at fanga uppmerksemi og fáa gagnnýtt tað so, at fleiri ferðafólk koma til oyggjarnar. Tað heldur Niels Arge Galán, stjóri á Sendistovuni.
Søgan um føroyska A-landsliðið, sum vann á Grikkalandi á útivølli, hevur verið kring allan fótbóltsheimin. Søgur um, at føroyingar høvdu uppiborið sigurin, at landsliðsvenjarin hjá grikkum var sendur til hús orsaka av vánaliga úrslitinum, og at landsliðsleikararnir hátíðarhildu sigurin við manér aftaná, hava verið í óteljandi miðlum seinastu dagarnar.
Men hvønn mun ger tað fyri Føroyar og fyri føroyska ferðavinnu. Niels Arge Galán vísur á, at størsta avbjóðingin, sum føroyska ferðavinnan hevur í dag er, at heimurin veit ikki kennist við Føroyar.
Tískil er slík umrøða sum hendan sera jalig, tí ivaleyst eru tey fleiri, sum vita at Føroyar eru til í dag, enn undan dystinum fríggjakvøldið.
Umráðandi er tó, at lofta umrøðuni, og royna at bera so í bandi, at fleiri ferðafólk velja Føroyar til.
- Fótbóltsumrøða sum hendan gevur okkum tað mest basala, nevniliga, at fleiri fólk vita um Føroyar. Men tey vita ikki hvussu landið sær út, hvør mentanin er ella líknandi orsaka av einum fótbóltsdysti. Men nú hava tey kanska lættari við at trýsta á eina reklamu á netinum um Føroyar, enn tey høvdu áðrenn, sigur Niels Arge Galán.
Hann vísur á, at VisitFaroeIslands hevur gjørt nógv munagott arbeiðið á hesum øki, og tí er ráðið helst til reiðar at lofta slíkari umrøðu, sum hesari.
Men umráðandi er at skilja ímillum umrøðu og so hugtakið "branding", sum mangan verður nýtt skeivt.
-At branda er at hava eina miðvísa ætlan við tí umrøðu tú keypir tær, og tí marknaðarføring tú ger. At fáa slíka ókeypis umrøðu er frálíkt fyri komandi marknaðarføringina, men tað er ikki "branding" av Føroyum í sjálvum sær, sigur Niels Arge Galán.
Eingin ivi er um, at minnini um tiltikna sigurin á Eysturríki á sinni enn livir ímillum fótbóltsáhugað í londunum kring okkum, og hugsandi er tí, at júst hesin sigur á Grikkalandi eisini kann elva til størri tilvitan um Føroyar.