Sílið svam skjótast

Stórur spenningur er nú í FM kappingini millum 5-mannaførini við dreingjum

Síðsta leygardag vann Sílið við dreingjamanning fyrsta sigurin í ár fyri Havnar Róðrarfelag. Í dag var nýggjur møguleiki hjá Frúnni og Tjaldrinum, sum hava verið við í FM kappingini, at bjóða Sílinum av.

Á stórum partin av róðrarteininum var tað tætt og spennandi. Sílið hevði hug at svimja seg framum miðvágsdreingir umborð á Frúnni, sum í fitta løtu lá borð um borð við Sílið, og í sjálvum endaspurtinum dragnaði munurin til eina bátslongd.

Kappingin um næstfremsta plássið varð sera tøtt. Tøkini hjá Tjaldrinum munaðu nógv i endaspurtinum, men tað eydnaðist Frúnni at vera undan gula bátinum.

Í FM kappingini er tað nú heilt tætt og spennandi. Frúgvin er tvey stig undan Sílinum,  og so eru tað tvey stig aftur til Tjaldrið.

1Sílið05:15.14  
2Frúgvin05:18.05  
3Tjaldrið05:18.07  
4Kollur05:28.15  
5Beinta05:30.06  
6Blikur05:49.13  
7Ternan05:50.23

 

1Frúgvin32  
2Sílið30 
3Tjaldrið28 
4Beinta17  
5Kollur15  
6Ternan10 
7Blikur5  
8Hulda2