Silvaland: Nógv undirhald til børnini

Silvaland á Summar Festvalinum bjóðar børnunum aktivitetir, undirhald, sang og annað

Summar Festivalurin hevur gestir í øllum aldri, og tey yngstu kunnu dusa sær í Silvalandi, sum er í KÍ-høllini og Badmintonhøllini. Samanbygdu ítróttarhøllirnar, sum eru uppskrýddar til høvið, bjóða fjølbroyttar aktivitetir, undirhald, sangløtur og mangt annað – eitt nú við hoppiborgum, boingbóltum, spælibreyt, andlitsmáling, teknistovu, barnacafé, ballóngørðum og mangt annað.

 

Hvønn av teimum trimum festivaldøgunum verður sangur, tónleikur og undirhald av pallinum. 

 

Silvalandið byrjar hósdagin klokkan 15 sum skrúðgonga og gøtukarneval eftir Klaksvíksvegnum við pyntaðum, larmandi, fløggskrýddum, syngjandi og dansandi børnum og kreativum ungdómi,  sum fara at seta sín góðan dám á Summar Festivalin.

 

Vit eru øll ein stór familja. Heimurin er vorðin minni og Føroyar ríkari. Hvønn dag uppliva vit nýggj og spennandi andlit. Fjølbroyttu Føroyar er ein serstøk barnakonsert, har vit hoyra sangir á føroyskum og fremmandum máli og pallseta eina mentan, sum ikki er heilt vanlig her í Føroyum.          

 

Á skránni eru eisini tann stuttligi og festligi BUBU, barnavinurin Trølla Pætur, danisbólkurin Girl Hop Crew, frískar Kular Røtur, barna Sway og gamli dinosaururin Dia. Nógv verður gjørt burturúr frá teimum allarminstu til tey  størstu. Og ongin nýtist at ganga svangur, sprongdur ella at keða í Silvalandinum, sum er kallað upp eftir fittu haruni, sum tú helst kemur at síggja og møta fleiri ferðir á SummarFestivalinum.

 

 

 

SILVALAND

 

KÍ-Høllin & Badmintonhøllin

 

 

 

Hósdagur 4. august

Kl. 15.00: Skrúðgonga og barnakarneval úr Klaksvíksgarðinum heim á festivaløkið

Kl. 15.45: SILVI og BUBU bjóða vælkomin

Kl. 16.30: Girl Hop Crew    

Kl. 17.00: Fjølbroyttu Føroyar – konsert

Kl. 18.30: Dinosaururin DIA & LARMA

Kl. 19.00: Syngið við

 

Kl. 20.00: Silvaland letur aftur

 

 

 

Fríggjadagur 5. august

Kl. 15.00: Silvaland letur upp

Kl. 15.15: BUBU bjóðar vælkomin     

Kl. 15.30: Trølla Pætur, Trølla Omman og Ommudidd

Kl. 17.00: Kular Røtur konsert á Torginum

Kl. 18.30: Girl Hop Crew & DIA

Kl. 19.00: Syngið við   

 

Kl. 20.00: Silvaland letur aftur

 

 

 

Leygardagin 6. august

Kl. 15.00: Silvalandið letur upp  

Kl. 15.30: Kular Røtur – karaoke 

Kl. 17.00: BUBU konsert á Torginum

Kl. 18.30: Girl Hop Crew & DIA   

Kl. 19.00: Barna Sway

Kl. 19.45: Silvi takkar fyri hesa ferð

 

Kl. 20.00: Silvaland letur aftur