Símun: Ein løtt avgerð fyri meg

Betri deildin menn: Símun Sólheim hevur longt sáttmálan við B36 við tveimum árum

B36 boðar í kvøld frá, at felagið hevur longt sáttmálan við Símun Sólheim. Nýggi sáttmálin er galdandi til fyri endan av 2024.

 

- Fyri meg var tað ein løtt avgerð at leingja sáttmálan, tí eg haldi tað er fantastiskt at vera partur av einum felagi, ið hevur so nógv dugnalig fólk rundan um seg. Samstundis haldi eg eisini, at B36 er tað rætta felagið fyri meg, tí her eru góðir møguleikar at mennast, bæði á vøllinum og uttanfyri, sigur hann við heimasíðuna hjá B36.

 

Símun Sólheim er 21 ára gamal og hevur eisini spælt við HB og EB/Streymi í bestu deildini. Hann spældi í ár allar 27 dystirnar í landskappingini. Fyri tað mesta hevur hann spælt á høgra bakki.

 

- Eg havi valt at longt sáttmálan heilt til 2024, tí tað er her eg vil vera, og tískil kendist tað rætt. Vónirnar fyri 2023 eru góðar. Málið er at koma longur upp á stigatalvuna at kappast, har sum tað er stuttligt at vera, og har sum B36 eisini eigur at vera, sigur Símun Sólheim.

 

Hópurin hjá B36 byrjar nú av álvara at taka skap. Nýggir í hópinum eru Silas Eyðsteinsson og Aron Knudsen.