Sinnisbati 40 ár og bókaútgáva

Í morgin 24. mai fyllir Sinnisbati 40 ár. Tað eru nú 40 ár liðin, síðani stovnandi aðalfundin hjá Sinnisbata í 1982, har stig varð tikið til at stovna felag, sum skuldi arbeiða fyri fólki við sálarsjúku, og avvarðandi teirra.

Í samband við føðingardagin gevur Sinnisbati, saman við Sprotanum og Grækaris Djurhuus Magnussen, bók út um søguna hjá felagnum.

Í hesum sambandi skipar Sinnisbati fyri almennum føðingardegi og bókaútgávu í Reinsarínum tann 24. mai kl. 19.30.

Í samband við føðingardagin gevur Sinnisbati, saman við Sprotanum og Grækaris Djurhuus Magnussen, bók út um søguna hjá felagnum.

Til tiltakið verður bókin Sálareyga løgd fram, og prát verður við Grækaris um bókina. Prátað verður eisini við Marin Samuelsen, sjúkrarøktarfrøðing, og Súsonnu Olsen, forkvinnu í Sinnisbata, ið viðvirka í nýggju bókini, og hava myndað felagið og føroysku sálarsjúkusøguna.

Møguleiki verður at keypa bókina Sálareyga hetta kvøldið.

Umframt hetta, vísir Sinnisbati Ung ein nýggjan stuttfilm fram, og Herborg Torkilsdóttir kemur at spæla eitt nýtt lag fyri okkum.

Skrá:

19.30

Vælkomin við Súsannu Olsen, forkvinnu í Sinnisbata

19.40

Landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit E. Nolsøe

19.45

Øssur Winthereig, journalistur og orðstýrari, tosar við Grækaris Djurhuus Magnussen um bókina Sálareyga

20.15

Øssur Winthereig tosar við tvey av fólkunum í nýggju bókini, Marin Samuelsen, sjúkrarøktarfrøðing, og Súsonnu Olsen, forkvinnu í Sinnisbata

20.45

Steðgur

 

21.00

Sinnisbati Ung vísir stuttfilm

21.20

Herborg Torkilsdóttir spælir nýtt lag

Øll eru hjartaliga vælkomin. Sinnisbati bjóðar føðingardagskøku og kaffi.

 

 

Í samband við føðingardagin gevur Sinnisbati, saman við Sprotanum og Grækaris Djurhuus Magnussen, bók út um søguna hjá felagnum.