Sivic er steypavinnari

Tomislav Sivic, sum nú venur Diosgyori í Ungarn, vann um vikuskiftið liga-cup, og eisini er liðið í stóru steypafinaluni

Tomislav Sivic, sum í fleiri ár var venjari í Føroyum, hevur veruliga gjørt um seg í Ungarn.

 

Eftir fleiri góð ár í Kecsmeti, har hann millum annað vann steypakappingina, er Tomislav nú venjari hjá Diosgyori, sum verður mett sum tað størsta av teimum smærru feløgunum. Besta úrslitið hjá felagnum nakran tíð er eitt triða pláss í landskappingini, men Tomislav hevur veruliga givið trúgvu áskoðarunum orsøk at fegnast.

 

Um vikuskiftið vann liðið liga-cup, sum er tann minna steypakappingin. Finalan varð spæld móti siðvanda Videoton, og her eydnaðist Diosgyori at vinna 2-1. Longu eftir 12 minuttum var mótstøðuliðið púrasta skelkað, og tá stóð 2-0 á máltalvuni. Videoton royndi at trýsta seg aftur, men teir fingu bara minkað um munin við tí eina málinum.

 

Hetta er fyrsta ferðin, at Diosgyori vinnur liga-cup, men veitslan sleppur neyvan at standa við leingi. Um knappar tvær vikur er stóra steypakappingin á skránni, og har er liðið eisini í finaluni. Her stendur dysturin móti Ujpest, sum er nummar 13 í bestu ungversku deildini. Diosgyori er nummar sjey, nú tveir dystir eru eftir at spæla.