Vanligur føroyskur mammudøgurði. Cherrydampaðir krabbar við hvítleyki. Brosma í í grønari piparsós við perluleyki afturvið. Ella okkurt heilt annað, sum fer at kitla góman. Hvør veit? Men ein forkunnug kókibók er á veg frá Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.
Guðrun Gudmundsen, lærari á Fiskivinnuskúlanum, sigur, at hendan kókibókin er eitt sindur øðrvísi enn vanligar kókibøkur. Eitt er, at hon bara hevur uppskriftir við sjómati. Men har fer at verða sagt frá, hvussu hagreitt verður frá tí fiskurin er fingin, til etið verður.
Ikki tí. Tað verða ikki bara fiskarættir, uttan eisini rættir av skeljadjórum og øðrum, sum úr sjónum kemur.
Guðrun Guidmundsen sigur, at í bókini verða einir stórthundrað rættir. Og teir fara at vera rættiliga ymiskir. Frá tí vanliga, føroyska mammudøgurðanum til tað meira eksotiska, sum næmingarnir hava funnið á Internetinum. Talan verður um forrættir og suppur eins væl og høvuðsrættir og okkurt omaná.
Hugskotið til bókina er komið so við og við. Tað byrjaði við, sigur Guðrun Gudmundsen, at næmingarnir hildu, at tað hevði verið stuttligt at gjørt ein faldara við onkrum uppskriftum við fiskamati. Hugskotið vaks og mentist, til tað at enda varð til, at tey skuldu gera eina kókibók. Hendan verkætlanin verður so eisini brúkt sum partur av undirvísingini á skúlanum.
Mangan hevur verið hildið, at føroyingar gera ov lítið burtur úr matinum, vit eta. Taka vit til dømis fisk, verður hann kókaður ella stoktur. Helst við nógvum hita ella kókaður, so hann fer í fillur.
Aðrastaðni verður meira gjørt burtur úr mati sum list. Og tað vilja næmingarnir á Fiskivinnuskúlanum - ið eins væl kundi itið Matvøruskúlin - eisini hava føroyingar at læra. So nú hava tey gjørt bart og eru farin undir at gera eina kókibók, har greitt verður frá hvussu væl og ymiskt til ber at borðreiða við tí, sum úr sjónum kemur.
At geva bók út er ikki bara sum at siga tað. Tað kostar bæði stríð og pengar. Men tað ræddi tey tó ikki frá ætlanini. Farið varð undir at finna fíggjarligar stuðlar. Og tað hevur gingið heilt hampiliga, sigur Guðrun Gudmundsen, lærari á Fiskivinnuskúlanum. Tey hava eisini longu selt nøkur eintøk av bókini.
Skúlabókagrunnurin skal geva bókina út. Tey á Fiskivinnuskúlanum hava latið rættindini til Grunnin.
Ætlanin er, at bókin í útsjónd skal minna nakað um tað væl kendu og ógvuliga væl umtóktu Góðaráð. Skapið og støddin fara at líkjast, eins og bókin skal prýðast við fotomyndum á sama hátt sum Góðaráð. Tað verður Per á Hædd, fotografur, sum skal taka myndirnar. Hetta arbeiðið verður farið undir í næstum, sigur Guðrun Gudmundsen.
Sum við so mongum øðrum bókum er ætlanin, at hendan skal koma út fram móti jólum. Mett verður, at prísurin fer at liggja um einar 200 krónur.