Fíggjarnevndin hevur spurt heilsumálaráðharran, um tað ber til at leggja øll trý sjúkrahúsini undir somu leiðslu og somu játtan.
Aksel V. Johannesen, heilsumálaráðharri, heldur ikki, at tað er politisk undirtøka fyri tí, men skuldi tað verið tað, so er tað ein veruleiki, hann má fyrihalda seg til, og reint teoretiskt ber tað til.
– Somu spurningar vórðu setti í samband við fíggjarnevndarviðgerðina í fjør, og tá varð funnið fram til, at politisk undirtøka ikki var fyri at leggja sjúkrahúsini undir somu leiðslu, men at sjúkrahúsini heldur skuldu virka sum ein eind. Tað arbeiða vit við, og leiðslurnar hava regluligar fundir, sigur Aksel V. Johannesen, sum ikki heldur tað vera løgið, at fíggjarnevndin spyr tað sama í ár, sum í fjør.
– Tað er opinbart onkur, sum heldur at tað skal vera soleiðis, men mær vitandi er ikki semja í fíggjarnevndini at leggja alt undir somu leiðslu. Men tey eru sjálvandi vælkomin at spyrja.
Magni eigur spurningin
Í fíggjarnevndini eru økini býtt ímillum nevndarlimirnar, og Annita á Fríðriksmørk tekur sær av heilsumálum. Men tá Sosialurin spurdi hana í morgun, mintist hon ikki reiðiliga, hvussu spurningarnir ljóðaðu. Men vísti hon á, at hon ikki tekur undir við at leggja alt undir somu leiðslu.
– Eg spurdi um hatta. Eg vildi bara vita, hvat fíggjarmálaráðharrin hevði í hyggju, segði Annita á Fríðriksmørk.
Sosialurin hevur somuleiðis verið í samband við aðrar fíggjarnevndarlimir, og onkur av teimum visti als ikki at spurningurin var settur.
– Eg veit onki um hatta. Andstøðan veit onki um hasar spurningarnar, sigur Torbjørn Jacobsen.
Men tað eru ikki bara andstøðulimir, sum ikki kendur til spurningarnar.
Eyðgunn Samuelsen sigur, at hon frætti um spurningarnar og svarini hjá landsstýrismanninum í miðlunum, og Anfinn Kallsberg sigur, at spurningurin als ikki hevur verið umrøddur við borðið í fíggjarnevndini.
Bill Justinussen sigur seg hinvegin vita, at onkur hevði tosað um at spyrja, men hann var ikki greiðir yvir, at nakar hevði spurt, fyrr enn Sosialurin ringdi í morgun.
Magni Laksáfoss bleiv hinvegin eitt sindur illa við, tá hann fekk at vita, at Annita á Fríðriksmørk hevði sett spurningarnar.
– Hevur hon tað? Um hon vil eiga hasar spurningarnar, so lati eg hana tað, sigur Magni Laksáfoss, sum undrast, at fleiri fíggjarnevndarlimir ikki vita av, at spurningarnir eru settir.
Men gjøgnum morgunin, fann Annita á Fríðriksmørk útav, at hon als ikki átti spurningin.
– Tað undraði meg, at eg visti so lítið um spurningarnar. Men tað er ikki so løgið, tí tað var Magni, sum átti spurningarnar, segði Annita á Fríðriksmørk, eftir at fíggjarnevndin hevði verið á fundi í eina løtu.
Ójavnar meiningar
Men hóast fíggjarnevndin hevur spurt, um tað ber til at leggja alt undir somu leiðslu og somu játtan, og landsstýrismaðurin hevur sagt, at tað ber til í teoriini, so eru fíggjarnevndarlimirnir sera ójavnir á máli, um tað skal gerast ella ikki.
Summi meta, at alt skal undir somu játtan, so meira fæst fyri peningin, meðan onnur meta tað vera beinleiðis býtt, tí tað fer at gera sjúkrahúsini kring landið veikari.
– Vit arbeiða eitt sindur, hvør í sínum lagi, sigur Eyðgunn Samuelsen, um arbeiðið hjá fíggjarnevndini í løtuni.