Sjálvandi heldur tað fram

PRIX FØROYAR. Fyri fjórðu ferð hevur Norðurlandahúsið tikið stig til eina Prix Føroyar kapping. Vit hava spurt stjóran í húsinum, Helgu Hjørvar, hví hon eisini er hoppað upp á vognin og eins og teir tveir undanfarnu stjórnarnir hevur valt at brúka ein góðan part av orkuni hjá húsinum til eitt rock- og popptónleikatiltak, tá man nú kundi gjørt so nógv annað gott.

 


Tiltakið byrjaði sum ein væleydnað roynd, sum bleiv endurtikin og nú farið verður undir Prix Føroyar fyri fjórðu ferð, er tiltakið ein so fastgrógvin partur av virkseminum hjá Norðurlandahúsinum eins og av tónleikalívinum í Føroyum, at tað kann tykjast sum ein sjálvfylgja at tað heldur fram.

Men tað er tað ikki. Og at tveir stjórar í Norðurlandahúsinum hava hildið tað verið eitt gott hugskot at brúka so nógva orku upp á eitt tiltak til frama fyri føroyskan rock- og popptónleik merkir ikki, at tann trijði og tann fjórði hava somu áskoðan.

Og tá tað er stjórin í Norðurlandahúsinum sum setir dagsskránna og skal kunna hyggja Norðurlandaráðið í eyguni, tá fíggjarætlanin fyri húsið verður løgd fram, er tað hesin, ið tekur avgerð frá einum ári til tað næsta, um nakað skal eita Prix Føroyar í framtíðini.

Tey trý Prix tiltøkini, ið hava verið fyriskipað higartil, hava ligið tvey ár eftir hvørt annað, og í síðst í hesum mánaðinum eru liðin tvey ár síðan seinasta Prix tiltak byrjaði, so tað lá líkasum í luftini seinnu helvt av árinum í fjør, at nú mundi eitt Prix Føroyar 2001 verða á gáttini.

Enn einaferð

Og ímóti ársloki frættist so, at Norðurlandahúsið aftur í ár í samstarvi við Føroya Undirhaldstónleikarafelag, Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya fór at skipa fyri kappingini, so tað mundi eydnast teimum í Norðurlandahúsinum og føroysku tónleikarunum at selja hugskotið til nýggja stjóran, Helgu Hjørvar, sum ikki tók við stjórastarvinum, fyrr enn í apríl 1999 og sostatt ikki hevði nakað við seinastu Prix kapping at gera.

Men sambært stjóranum í norðurlendska mentunarhúsinum sjálvum, var ikki neyðugt at yvirtala hana til at seta eitt Prix 2001 á skránna.

Helga Hjørvar fekk nevniliga sín elddóp sum stjóri við Prix Føroyar finaluni fyri tveimum árum síðan, so hon hevur upplivað hvat tað snýr seg um, og sigur seg hava skilt hvat stendur upp á spæl.

Stúrdi fyri plantunum

Helga hevði ikki verið í stjórastarvinum í meir enn einar tíggju dagar, tá norðurlendska mentunarhúsið bleiv hertikið av 800 ungum fólkum, ið komu fyri at hoyra tað besta, sum føroyskir popp- og rocktónleikarar høvdu at bjóða.

- Eg má siga sum er, at eg hevði aldrin verið til eina rockkonsert áður, fyrr enn eg var til Prix finaluna. Og dagarnar frammanundan stúrdi eg nógv fyri tiltakinum. Ikki tí at eg stúrdi fyri konsertini sum so, men tankin um at hetta fína húsið skuldi brúkast til eina rockkonsert við nærum túsund ungum sum áhoyrarum fekk meg at hugsa um hvussu gólvið og planturnar og slíkt fóru at síggja út, tá konsertin var av, greiðir Helga Hjørvar frá

- Men tað vísti seg skjótt at har var einki at stúra fyri. Fólkini uppførdu seg fyrimyndarligt og tiltakið varð so professionelt fyriskipað, bæði av fólkinum her í húsinum og av Útvarpinum og Sjónvarpinum, at eg beinanvegin uppfataði, hvussu týðandi hetta tiltak í veruleikanum var, greiðir Helga Hjørvar, stjóri í Norðurlandahúsinum frá.

Síðan tá hevur hon gjørt sær nógvar tankar um tiltakið, og tá tað gjørdist aktuelt at fara undir fyrireikingar til enn eitt Prix Føroyar, var hon ikki í iva um at seta tað á skránna.

Tvær flugur

- Prix Føroyar hevur tvey endamál sum jú passa fullkomuliga til tvey av høvuðsendamálunum hjá Norðurlandahúsinum. Prix nær út til alt Føroyar ? um alt landið sita tónleikabólkar og smíða løg og venja, og tey fýra undanumførini fara øll fram uttan fyri húsið og uttan fyri Havnina. Harumframt er Prix Føroyar ein profilering av føroyskum tónleiki uttanlands. Og Norðurlandahúsið hevur júst sum tvey av sínum endamálum at skapa tiltøk fyri alt landið og at fáa føroyska mentan út um landoddarnar. At so áhugin og virðinging fyri tiltakinum veksur ár eftir ár og heili 39 bólkar hava boðað frá luttøku í ár, sigur mær so mikið sum at her er eitt konsept, ið rættiliga rakar seymin á høvdið, sigur Helga Hjørvar.

Prix Føroyar fekk beinanvegin stóra undirtøku fyrsta árið, tað varð fyriskipað, og tvey ár seinni var undirtøkan eisini góð, hóast tað vóru nakað færri bólkar við ta ferðina. Men í 1999 setti luttøkan met, og tað gjørdi hon aftur í ár við tað at heili 39 bólkar teknaðu seg til kappingina.

Hvar er heimsnavnið

Men meðan tað hevur gingið sera væl at vekja kreativitetin hjá ungum føroyingum úr størstu býunum eins væl og úr minstu bygdunum, kann tað tykjast sum at tað hevur gingið eitt sindur tungt við at røkka hinum endamálinum við Prix Føroyum - at fáa føroyskan tónleik út um landoddarnar, og í besta føri at gera ein føroyskan bólk altjóða kendan.

Men hetta veldst sambært Helgu Hjørvar nógv um hvussu man hyggur at gongdini hjá bólkunum, sum hava vunnið Prix Føroyar kappingina higartil. Tí hóast eingin av teimum er blivið nakað heimsnavn eftir at hava vunnið Prix Føroyar, so hevur kappingin hóast alt megnað at virkað sum springbretti hjá bólkunum, og meira enn eitt springbretti kann ein slík kapping ongantíð gerast, sigur Helga Hjørvar.

- Síðan Taxi vunnu kappingina fyri smáum tveimum árum síðan, hava teir spælt nógv eitt nú í Íslandi, og tað er enn eftirspurningur eftir teimum í Norðurlondunum. Okkurt hevur gingið væl og okkurt minni væl, men teir hava so megnað at komið væl runt, og tað er fyrsta fyritreyt fyri at tað einaferð skal lukkast. Vit vita hvussu tungur tónleikaídnaðurin er at dansa við, og at tað fyrst og fremst krevur áhaldni, um ein skal koma á toppin. Tað ber ikki til at skjóta ein tónleikabólk upp á ovastu rók við einari kapping. Kappingin kann í besta føri gerast startskotið, og so má bólkurin sjálvur arbeiða fyri at koma víðari haðani, sigur Helga Hjørvar.

Tað fer at henda

Nógv hevur hesi seinastu árini, verið tosað innan føroyska tónleikaheimin um hvør føroyskur bólkur kann gerast fyrsta føroyska heimsnavnið innan tónleik, og fleiri hava roynt í størri og minni mun. Men enn er eingin komin serliga nær at hesum dreymi.

Sjálv er Helga Hjørvar sannførd um, at føroyskir bólkar kunnu koma langt á altjóða tónleikapallinum, og heldur at líkindini fyri at tað fer at henda eru góð.

- Í slíkum føri er tað ikki støddin á landinum, sum ger munin. Tað sum umræður er at tónleikurin er originalur og nýskapandi, og tað kunnu føroyingar skapa eins væl og øll onnur ? kanska betur.

Sum dømi nevnir Helga Hjørvar íslendska bólkin Sugarcubes, sum bleiv heimskendur og har sangarinnan, Bjørk, seinni er blivið eitt av allarfremstu nøvnunum a altjóða tónleikapallinum.

- Tá tað bar til hjá einum íslendskum bólki at koma so langt, so ber tað eisini til hjá einum føroyskum bólki, sigur Norðurlandahússtjórin, men minnir samstundis á Sugarcubes ikki kom fram, fyrr enn bólkurin í áravís hevði spælt á talleysum smáum støðum runt í Europa.

- Tað er ikki nóg mikið at gerast vinnari av Prix Føroyum og so seta seg hendur í favn at bíða eftir einum sáttmála við tey stóru plátufeløgini, ið hava orku at promovera ein bólk. Men Prix Føroyar kann vera ein góð hjálp við tað at kappingin letur hurðarnar upp fyri framførslum á festivalum og øðrum tónleikatiltøkum uttanlands og tað er væl eisini tí, at teir góðu bólkarnir í Føroyum hava so stóran áhuga at vera við, sigur Helga Hjørvar.

Prix lærir

Hendan hjálpin skuldi gjarna blivið betur og meira effektiv fyri hvørt tiltak. Tí eins og tann bólkurin, sum fyrstu ferð vann Prix Føroyar og varð sendur uttanlands at framføra, var óroyndur á økinum, so vóru fyireikararnir eins grønir og óroyndir í dansinum við útlendska tónleikaídnaðin, fyrstu ferð skipað varð fyri Prix kapping.

Síðan tá hava bæði bólkar og fyrireikarar lært nógv, bæði av góðum og minni góðum royndum, og soleiðis kemur tiltakið upp á eitt hægri støði fyri hvørja ferð.

? Prix hevur havt sama samskipara, Fróða Vestergaard, hvørt ár, og fleiri onnur góð fólk ganga aftur í fyriskipanini av tiltakinum. So hvørt tiltak byggir beinleiðis á royndir frá teimum undanfarnu. Av hesum hava vit millum annað lært nógv um, hvussu vit skulu handfara tónleikaídnaðin og hvørjar fellur vit skulu ansa okkum fyri, sigur Helga Hjørvar.

Harafturat verður sjálvt tiltakið alsamt betur kent í londunum kring okkum, og tað økir um virðingina og harvið eisini um áhugan hjá útlendska tónleikaídnaðinum fyri Prix Føroyum.

Prix selur fisk

Men hví er tað so umráðandi hjá Norðurlandahúsinum at hjálpa føroyskum tónleikabólkum at fáa viðurkenning í altjóða høpi?

? Altíð tá onkur fer uttanlands at framføra, so vísir viðkomandi fyri umheiminum, hvat Føroyar eru fyri eitt land. Um útlendingar hoyra og síggja nógv gott úr Føroyum, so ávirkar tað alt frá ferðavinnu til fiskasølu og møguleikan hjá øðrum føroyskum listafólkum at gera seg galdandi aðrastaðni. Í Íslandi hava tey upplivað hetta í ríkiligt mát, tá Sugarcubes og Bjørk komu fram. Orðini um at ?fiskur selur ikki mentan, men mentan selur fisk?, sum Vígdis Finnbogadóttir er kend fyri at siga, eru galdandi fyri so nógv annað enn bara fisk. Meira útheimurin kennir til mentanina í Føroyum, lættari er tað at marknaðarføra tað, ið kemur hiðani. Tí kann eitt gjøgnumbrot í tónleikaheiminum hava sera stóra positiva ávirkan á eitt so lítið land sum Føroyar, sigur Helga Hjørvar.

Harafturat heldur stjórin í Norðurlandahúsinum at tað hevði broytt sjálvsímyndina hjá føroyingum, hevði ein tónleikabólkur rættiliga megnað at sett Føroyar á landkortið. Hesa áskoðan byggir hon eisini á royndir úr heimlandinum, ið hevur megnað at manifestera seg ógvuliga væl á altjóða mentunarpallinum seinastu árini.

Heldur fram

og batnar

At eitt tiltak fer at eita Prix Føroyar 2003 hevur stjórin í Norðurlandahúsinum so at siga longu avgjørt. Hvussu tað verður hareftir ber ikki til at siga við vissu, men sitandi stjóri torir tó at gita.

? Sum nú er, um tiltakið framvegis vekir sama áhuga og sama initiativ í Føroyum, so kann eg ikki trúgva at nakar stjóri fyri Norðurlandahúsið kundi funnið uppá ikki at sett tað á skránna. Men alt hevur væl sína avmarkaðu livitíð, og tað kann vera at umstøðurnar í Føroyum einaferð fara at broytast soleiðis at tað ikki verður sami eftirspurningur eftir einum tiltaki sum Prix.

Summi av hinum Norðurlondunum hava víst áhuga fyri Prix Føroyum og hava umhugsað møguleikan sjálvi at gera okkurt líknandi tiltak.

Men spurd um vit kunnu vænta okkum eina norðurlendska Prix kapping í framtíðini sigur Helga Hjørvar:

? Nei, tað vænti eg ikki. Prix Føroyar er eitt føroyskt konsept, sum virkar sera væl í Føroyum. Men tað merkir ikki tað sama sum at konseptið rakar eins væl í hinum Norðurlondunum, har umstøðurnar eru øðrvísi. Prix hóskar seg best sum ein innanhýsis kapping her í Føroyum, men tað er væl møguligt at tað í framtíðini fer at vera ein norðurlendsk kapping við vinnarum frá Prix Føroyum og líknandi tiltøkum aðrastaðni, sigur Helga Hjørvar, stjóri í Norðurlandahúsinum.