Í nevndini eru Kári á Rógvi, løgtingsmaður, Kristina Toftegaard Larsen, innstillað av Eysturoyar valfelag, Eileen Sandá, vald av landsnevndini, Jákup Sverri Kass, innstillaður av Unga Sjálvstýrinum, Heðin D. Poulsen, innstillaður av Suðurstreymoyar valfelag, Karl Olsen, innstillaður av Norðstreymoyar valfelag, Jan Joensen, innstillaður av Norðoya valfelag og Kári P. Højgaard, løgtingsmaður.
Nevndin skipar seg sjálva.
Løgtingslimirnir hava atgongd til landsfundirnar, har teir hava talurætt, men ikki atkvøðurætt.
Floksformaðurin hevur vetorætt í principiellum politiskum málum.
Landsnevndin kann velja tvey umboð afturat, eitt úr Sandoynni og eitt úr Vágum, sigur Sjálvstýrisflokkurin í tíðindaskrivi.