Sjónleikur setir Klaksvík á kortið

Nýggjur sjónleikur um Ainu Cederblom verður partur av skránni á 100 ára hátíðarhaldinum hjá Klaksvíkar kommunu komandi ár

Í Klaksvík eru sjónleikarin Eyð Matras, leikstjórin Sigrun Valbergsdóttir og pallsmiðurin Edward Fuglø, so smátt farin undir nýggja sjónleikin ?Sjóvevur?, um svensku ævintýrkvinnuna, Ainu Cederblom.

Við leikinum fáa vit søguna um eina kvinnu, sum hevði ein dreym og dirvið til at gera hann til veruleika. Cederblom hevði nevniliga sett sær fyri, at geva kvinnum kring heimin nøkur amboð, so tær kundu klára seg sjálvar ? eitt nú við at læra tær at veva.

Einsamøll í báti kom hon í 1933 til Klaksvíkar. Har fór hon alt fyri eitt undir at kanna møguleikan fyri at byggja ein vevskúla. Skjótt hevði hon sjálv teknað skúlan, og árið eftir kom hon aftur við timbri og øðrum tilfari, og var sjálv drívmegin í at fáa skúlan liðugt bygdan.

?Sjóvevur? verður partur av skránni á 100 ára hátíðarhaldinum hjá Klaksvíkar Kommunu komandi ár.

Tí hóskar tað seg væl, at drívmegin í leikinum eru lokalar kreftir, sum vilja varpa ljós á ein næstan gloymdan men týðandi lið í Klaksvíkar søgu, heldur Eyð Matras, ið hevur fingið hugskotið til leikin.

?Sjóvevur verður frumsýndur í februar