Ungi havnamaðurin Heiðrik á Heygum gevur fyrstu fløgu sína, ?An Invisible Gun?, út í dag. Fyri fýra vikum síðani gav hann stakfløguna ?Jealous? út sum ein forsmakkur til fløguna og nú er so nógv umtalaða fløgan útkomin.
Talan er um eitt frískligt og nýskapandi lot innan føroyska tónleikaheimin, har Heiðrikkur hevur fingið teir best royndu elektronisku tónleikararnar í landinum at hjálpa sær. Fløgan ?An Invisible Gun? er freimleidd av elektroduo?ini High Hat (Sakaris Joensen og Janus Rasmussen), Brynjolfi á Heygum og Heiðrikki sjálvum. Størsti parturin av fløguni er framleiddur av High Hat og Heiðrikki.
Heiðrik hevur leingi verið virkin innan aðrar listaligar greinar sum t.d. málninga- og videolist umframt tónleikin. Tó er hetta fyrstu ferð, Heiðrik letur út egið tónleikatilfar.
Tónleikurin hjá Heiðrikki er fjøltáttaður, dansivinarligur og nýhugsandi. Fløgan fevnir breitt frá synth poppi til sveimandi kórútsetingar og dukandi elektro rútmir. Íblasturin er frá 80?ara surrealismuni og 90?ara pop-dansi-stílinum. Hann hevur sjálvur skrivað alt tilfarið á fløguni, sum er merkt av hugleiðingum um Føroyar og eini fánýtiskenslu yvir avbyrgingina í Føroyum. Tónleikurin er samstundis filmiskur og sera myndaligur.
Í útvarpshøllini tann 15. desember fer Heiðrik at framføra løg av fløguni við einum akustiskum setti. Sama kvøldið vera Guðrið Hansdóttir og The Ghost eisini at hoyra.
At enda má sigast, at Heiðrik av álvara skjýtur okkum inn í tað nýggja árið við nøkrum heilt nýggjum og nýhugsandi tónleikatilfari, sum flytir føroysk tónleikamørk.