Stýrið fyri Kringvarp Føroya vil hava Løgtingið at viðgera støðuna hjá sjónvarpssendinetinum, sum er gamalt og niðurslitið Stýrið fyri Kringvarpið hevur heitt á løgtingið um at viðgera spurningin um sjónvarpssendinetið, ið er um at ganga fyri. Útgerðin er gomul og niðurslitin, og vandi er fyri, at høvuðssendarin á Húsareyni slóknar. Hendir tað, er einki sendinet, tí eykalutir verða ikki longur gjørdir til hesar sendarar.
-Tað er sostatt bert ein spurningur um tíð, til politiski myndugleikin noyðist at taka støðu til eitt framtíðar alment sjónvarpssendinet, sigur stýrið fyri Kringvarpið í skrivi til løgtingið. Stýri ynskir, at sjónvarpsnetið verður tikið við, nú ætlan er at bøta um útvarpssendinetið.
Kringvarpið hevur mælt Mentamálaráðnum til at útvega eitt nýtt digitalt sjónvarpssendinet, ið gevur Kringvarpinum ræði yvir 4 ella 5 digitalum rásum, sum skulu brúkast til at endurvarpa útlendskar Public Servic rásir umframt eina føroyska rás.
Kelda: Kringvarp Føroya