Allar Hondbólts-Føroyar eru spentar uppá um H71 megnar at gera enn ein vørr í EHF Challenge Cup kappingini móti slovenska liðnum, Maribor sum tekniskt hevur heimavøll í seinna dystinum í høllini á Hálsi í Havn í kvøld klokkan 19.
H71 vann fyrra dystin á heimavølli 25-24.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. H71-legendan, Halgir Dahl Olesen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina.