Sjálvandi eigur Løgtingið avgerðina um radaran

Nú um eina løtu fer Løgtingið at taka støðu til, hvørt Løgtingið skal taka avgerðina um radaran ella ikki. Tað eru Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn, ið hava lagt uppskotið fram.

Eitt mál av slíkum týdningi eigur sjálvsagt at leggjast fyri Løgtingið at taka støðu til. Men hóast fleiri áheitanir eru enn ikki ábendingar um, at landsstýrið ætlar at leggja grundleggjandi spurningin um radaran fyri Løgtingið. Tí bleiv uppskotið lagt fram.

 

“Tað ber ikki til at siga seg verja demokratiið við at taka ódemokratiskar avgerðir. Løgtingið hevur ongantíð givið nakra heimild til, at hernaðarútgerð kann setast upp í Føroyum. Hendan avgerðin er ein so mikið grundleggjandi avgerð fyri eitt land og eitt fólkaræði, at hon sum minstamark eigur at leggjast fyri Løgtingið.”, siga Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal og Ruth Vang.

 

“Eitt landsstýrisfólk kann ikki einsamalt taka avgerðir um hernaðarútgerð í Føroyum uttan demokratiskt grundarlag og eina greiða heimild frá Løgtinginum. Ongin grundgeving finst fyri, at tað verður ikki lagt fyri Løgtingið at taka støðu til at seta ein radara upp í Føroyum.”, leggja tey avtrat.

 

Talan er ikki um at viðgera trúnaðarupplýsingar ella smálutir, men um at útvega grundleggjandi heimildina fyri, at føroyskir myndugleikar kunnu gera slíkar avtalur.

 

Leggjast kann afturat, at ein spurnarkanning frá Fróðskaparsetrinum vísir, at ein stórur meiriluti av føroyingum ynskir, at avgerðin í radaramálinum skal takast á demokratiskum grundarlag – antin í Løgtinginum ella á fólkaatkvøðu.

 

 

 

Tjóðveldi

 

Javnaðarflokkurin

 

Framsókn