Sjálvboðin almenn uppboðssøla verður av ognini matr. nr. 159c, FO-Nólsoy:
Hósdagin tann 12. september 2024, kl. 13.00, í Føroya Rætti, C. Pløyensgøta 1,
FO-100 Tórshavn.
Talan er um eini umleið 100 ára gomul sethús í trimum hæddum við tilhoyrandi hjalli og neystagrund.
Bygt øki umleið 60 m2, gólvvídd umleið 180 m2. Hjallur umleið 5 m2.
Húsini eru laðaði í niðastu hædd, annars aluminiumsklødd við plastikvindeygum og aluminiumstaki.
Húsini eru inrættað soleiðis:
Kjallarahædd: Kjallararúm og brúsurúm
Stovuhædd: Gongd, køkur, spískamar, 2 stovur, kamar og lítið wc.
Loft: Gongd og 4 kømur
Grundøkið er til víddar 694 m2. Neystagrundin er til víddar umleið 90 m2.
Húsini eru í ringum standi. Eingin hevur búð í teimum síðani apríl 2022, og tey hava staðið køld síðani desember 2023. Alt innbúgv fylgir við.
Ognin verður seld uppá vanligar tvingsilsølutreytir tó við fylgjandi broytingum:
Hægstbjóðandi skal veita kontanta trygd áljóðandi 5.000,00 kr. umframt eina treytaleysa bankaváttan uppá írestandi boðsupphæddina umframt hægstuupphæddina á rættarfundi í seinasta lagi eina viku eftir uppboðssøluna. Ágóðin verður útlutaður javnt millum allar eigararnar.
Minstaboð uppá ognina er ásett til 400.000,00 kr. Í fall at tað verður boðið minni enn hetta, kunnu eigararnir biðja um nýggja uppboðssølu. Minsta yvirboð er ásett til 10.000,00 kr.
Áhugað kunnu venda sær til:
Bjørn á Heygum, adv.
Bøgøta 16, Postboks 164
FO-110 Tórshavn
Tlf. 351710, E-mail: heygum@adv.fo
##med2##