Sjey føroysk mál í heimasigri hjá ÍBV

ÍBV er nú fýra stig frá oddinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Seinnapartin vann føroyska liðið í Vestmannaoyggjunum, ÍBV 34-31 á Gróttu í heimadysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Í steðginum var ÍBV á odda 16-15.

 

Føroyingarnir gjørdu aftur sítt fyri ÍBV. Dánjal Ragnarsson skoraði fýra mál og Janus Dam Djurhuus skoraði trý mál.

 

Stóri leikarin hjá ÍBV í dag var Rún­ar Kára­son, ið skoraði heili 11 mál. 

 

ÍBV er nú nummar fimm í deildini við 10 stigum. Fýra stig eru upp til oddaliðið, Valur.

 

Komandi leygardag spælir ÍBV móti Haukum á útivølli.