Sjey foreldur á Strondum fingu klipp í koyrikortið

Børnini sótu ikki íbundin í bilinum

Tað kostaði sjey fólkum bót og klipp í koyrikortið, tá løgreglan í gjáramorgunin kannaði bilar við dagstovnin Lítlafløtt á Strondum.

Vakthavandi greiðir frá, at tey kannaðu 40 bilar í átakinum, og at tað bleiv til tríggjar átalur og sjey skudlsetingar. Tað var tí, at bilførarar ikki brúktu trygdarútgerðina í bilinum rætt. Umframt tey, sum ikki sótu í trygdarbelti, so var okkurt barn, sum sat í trygdarbelti, men sum hevði ryggsekk á rygginum. Tað er eisini ólógligt, tí tá er trygdin í vanda.

Í gjárkvøldið var eisini ein bilførari tikin í Eysturoy fyri at tosa í telefon, sum eisini gevur klipp í koyrikortið.