Sjey frystilínuskip í Eysturgrønlandi

Í løtuni eru tvey ísfiskalínuskip undir Føroyum, og tey koma væntandi inn at landa seinni í vikuni.

Tvey ísfiskalínuskip eru til fiskiskap. Annað skipið fiskar tosk og hýsu, og hitt er á djúpum vatni og fær mest av longu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at ísfiskalínuskipini koma inn at landa síðst í hesi vikuni.

 

Av frystilínuskipunum, sum nú eru fleiri í tali enn ísfiskalínuskipini, fiska sjey í grønlendskum sjógvi, og trý eru undir Føroyum.

 

- Í Eysturgrønlandi fáa skipini mest av toski og tey, sum fiska undir Føroyum, fáa mest av longu, toski, hýsu og brosmu.

 

Um útlitini til útróður hesa vikuna verður sagt, at streymurin verður harður alla vikuna, men líkt er til, at veðrið verður gott.

 

- Tí vænta vit nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av toski og hýsu og teir, sum fiska við snellu, fáa eisini nakað av upsa, verður lagt aftrat.