Sjey frystilínuskip eru til fiskiskap undir Føroyum

Streymurin verður brúkiligur alla næstu viku, og veðrið verður hampiligt.

Í dag er eitt minni ísfiskalínuskip til fiskiskap. Teir fáa mest av hýsu og toski og koma inn at landa fyrst í næstu viku.

 

Sambært Fiskamarknaði Føroya í dag eru ikki onnur ísfiskalínuskip til fiskiskap í løtuni.

 

Hinvegin hava flestu frystilínuskip loyst í nýggja árinum. Sjey eru til fiskiskap, og tey eru øll í føroyskum sjógvi.

 

Útlitini til útróður teir næstu dagarnar eru heilt hampilig í mun til árstíðina, nú tað er háveturstíð.  

 

Streymurin verður brúkiligur alla næstu viku, og veðrið verður eisini hampiligt.

 

- So, vit rokna við, at nakað verður av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski, verður lagt aftrat.