Lærarafelagið hevur í dag ársaðalfund í høllini á Læraraskúlanum Í dag hevur Føroya Lærarafelag aðalfund. Fundurin byrjaði klokkan 11.30 í høllini á Føroya Læraraskúla. Skráin er sambært viðtøkunum hjá Lærarafelagnum.
Kristina Háfoss, landsstýrismaður í mentamálum, er gestarøðari, og millum málini á skránni er nevndarval.
Seinnu árini hevur talan sum oftast verið um afturval uttan mótvalevni. Soleiðis er tað ikki hesa ferð. Tveir nevndarlimir standa fyri vali, og í hvussu so er ein nevndarlimur verður nývaldur. Martin S. Eidesgaard hevur boðað frá, at hann stillar ikki uppaftur. Tað ger Torfinn Højgaard, sum hevur verið í nevndini í nógv ár.
Sjey valevni eru til teir báðar nevndarsessirnar. Umframt Torfinn Højgaard, sum er lærari á Venjingarskúlanum í Havn, eru tað Sølvi Andreassen, lærari í Vágs skúla, Dagfinnur Danbjørg, lærari í Fuglafjarðar skúla, Lisa Hendriksdóttir, lærari í Hoyvíkar skúla, Herálvur Jacobsen, lærari í Sørvágs skúla, Jónleif Johannesen, lærari í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík, og Rubek Lilaa, lærari á Venjingarskúlanum í Havn.