Sjey nýggir tilburðir í Nuuk og Sisimiut

Í dag er smitta staðfest í Nuuk, har smittukeldan er ókend.

 

 

 

Seinasta samdøgur eru sjey fólk staðfest smittað við covid-19 í Grønlandi, fýra úr Sisimiut og trý úr Nuuk.

 

Í grønlendska høvuðsstaðnum er eisini ein skúlaflokkur í Majoriaq sendur heim við boðum um, at næmingarnir skulu lata seg kanna, tí her hevur ein næmingur fingið staðfest smittu.

 

Eitt barn og eitt starvsfólk á dagstovninum Timmiaaqqat eru eisini staðfest smittað. Tískil er stovnurin afturlatin í dag, meðan børn og starvsfólk lata seg kanna.

 

Seinni verður støða tikin til, nær stovnurin letur uppaftur.

 

Sermitsiaq veit í dag at siga, at einki samband er millum tilburðirnar í Majoriaq og Timmiaaqqat, so her er fyribils talan um ókendar smittukeldur.

 

- Í samband við, at eitt stórt tal av fólki eru send til kanningar, hevur støðin, sum ger covid-19 kanningar í Nuuk, longri opið í dag og í morgin.

 

Tey fýra smittaðu í Sisimiut eru øll úr kendum smittukeldum.