B36 og B68 hava spælt teir tríggjar innanhýsis dystirnar í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið.
B36 vann fyrsta og triðja dystin, meðan annar dysturin millum liðini endaði við javnleiki.
Sostatt gjørdist úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum sjey stig til B36 og eitt stig til B68.
Samlaða málúrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum er 6-1 til B36.
B68-B36 0-3 (0-1) - 10. mars.
0-1 Zean Dalügge (6.)
0-2 Marius Kryger Lindh (48.)
0-3 Zean Dalügge (74.)
B36-B68 1-1 (0-0) - 15. juni.
1-0 Hannes Agnarson (57.)
1-1 Brian Jacobsen (60.)
B36-B68 2-0 (1-0) - 31. august.
1-0 Mattias Hellisdal (17.)
2-0 Hannes Agnarson (74.)
Kelda: FaroeSoccer.