Sjey uppsagdir flogskiparar settir aftur í starv

Atlantsflog avsannar, at tey heldur seta bíligar útlendingar í starv heldur enn føroyingar

Atlantsflog er aftur í menning eftir at virksemið mest sum varð lagt lamið tá ið korona fór at herja. Tá ið korona rættiliga gjørdi um seg í fjør, vórðu eini 100 fólk søgd úr starvi, eitt nú vórðu eisini 19 flogskiparar uppsagdir í mai mánað í fjør.

 

Síðani eru nøkur fólk sett aftur í starv, men starvssetanirnar hava elvt til misnøgd, tí fýlst hevur verið á, at Atlantsflog ikki hevur sett nakran av teimum uppsøgdu flogkiparunum aftur, men heldur hevur sett óroyndar stýrimenn.

 

Málið endaði í Løgtinginum, har Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um støðan er tann, at Atlantsflog tekur bíligar, útlendskar, flogskiparar fram um royndar føroyskar flogskiparar.

 

Jørgen Niclasen sigur, at áðrenn korona fór at ganga, hevði Atlantsflog gjørt seg út til nógva flúgving við fýra flogførum, og tey høvdu eisini mannað øll flogførini.

 

Men korona hevði við sær, at tað var neyðugt at siga umleið 100 fólkum úr starvi, herav 19 flogskiparum. Eftir heimsfarsóttina hevur Atlantsflog trý flogfør, og virksemið er munandi minni enn tað var.

 

Síðani  eru fleiri flogskiparar settir aftur í starv. Í fjør heyst fingu tveir flogskiparar størvini aftur og í nú í november eru fýra flogskiparar settir í starv. Samstundis er avtala gjørd við ein flogskipara afturat, sum byrjar aftur í starvi tann 1. januar 2022. Allir hesir sjey flogskipararnir eru ímillum teir 19, sum vórðu uppsagdir í fjør, og allir eru settir eftir sama sáttmála og á sama lønarstigi, sum teir vóru løntir eftir, tá teir vóru sagdir úr starvi, sigur Jørgen Niclasen.

 

– Tí heldur Atlantsflog, at tað er beinleiðis skeivt, tá ið ført verður fram, at tey hava sett aðrar og bíligari flogskiparar í starv, heldur enn at seta teir uppsøgdu flogskipararnir aftur í starv, sigur Jørgen Niclasen.