Frakland og Danmark hava vunnið HM og EM tá tey hava verið í bólki saman

Klokkan 13 spæla Danmark og Frakland HM-dyst í bólki D

John "Faxe" Jensen og Jean-Philippe Durand uddir EM-dystnum millum Danmark og Frakland 17. juni í 1992

Klokkan 16 seinnapartin spælir Danmark fyrsta dystin í HM-endaspælinum í Katar.

 

Í søguni hevur tað víst seg fýra ferðir at verið ein eydnugripur hjá Fraklandi, og einaferð ein eydnugripur hjá Danmark, at liðini hava verið í bólki saman í einum endaspæli. 

 

Hetta er sjeyndu ferð síðani 1984, at Danmark spælir móti Fraklandi í einum innleiðandi bólkaspæli í einum endaspæli.

 

Fyrstu ferð var í EM-endaspælinum í Fraklandi 12. juni í 1984, tá Frakland í innleiðandi dystinum í bólkaspælinum vann 1-0 á Danmark. Frakland vann EM á fyrsta sinni tá. 

 

Aðru ferð var í innleiðandi bólkaspælinum í EM-endaspælinum í Svøríki 17. juni í 1992. Danmark vann 2-1, vann seg víðari úr bólkaspælinum og endaði við at vinna EM.

 

Triðju ferð var í innleiðandi bólkaspælinum í HM-endaspælinum í Fraklandi 24. juni í 1998. Frakland vann tá 2-1. Frakland vann HM á fyrsta sinni tá.

 

Fjórðu ferð var í innleiðandi bólkaspælinum í EM-endaspælinum í Niðurlondum og Belgia 11. juni í 2000. Frakland vann greitt 3-0, og endaði við at vinna EM á øðrum sinni.

 

Fimtu ferð var í innleiðandi bólkaspælinum í HM-endaspælinum í Suðurkorea og Japan 11. juni í 2002. Danmark vann 2-0, og sendi verjandi heimsmeistararnar, Frakland úr HM-kappingini. Hetta er einastu ferð Danmark og Frakland hava verið í bólki saman, har annað av teimum ikki hevur vunnið tað endaspælið. 

 

Sættu ferð var í innleiðandi bólkaspælinum í HM-endaspælinum í Russlandi 26. juni í 2018. Dysturin endaði við javnleiki 0-0. Frakland endaði við at vinna HM á øðrum sinni.

 

Frakland hevur sostatt verið í innleiðandi bólki við Danmark hvørja ferð teir hava vunnið HM ella EM.

 

Danmark var í bólki við Fraklandi einastu ferðina teir vunnu EM.

 

So er spurningurin um Danmark ella Frakland vinna HM hesaferð, nú tey aftur eru saman í innleiðandi bólkinum í einum endaspæli?

 

Í Nations League fyrr í ár vann Danmark báðar dystirnar á Fraklandi. 2-1 á Stadé de France 3. juni, og 2-0 í Parkini í Keypmannahavn 25. september. 

 

 

 

 

 

John "Faxe" Jensen og Jean-Philippe Durand uddir EM-dystnum millum Danmark og Frakland 17. juni í 1992