Sjómannadagar í Klaksvík næstu vikuna

– Øll tiltøk, matur og annað, sum vit bjóða øllum, ið vitja Føroya Sjómannadag, eru ókeypis

Skrá fyri familjudagarnar 

 

Føroya Sjómannadag 2022

 

Føroya Sjómannadagur hevur til endamáls at nøra og varðveita áhugan fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi, og at kveikja áhuga fyri tí, ið hevur við sjógvin at gera.

 

Hetta verður gjørt upp á ein hugnaligan, gevandi og rúsfríðan hátt, so at familjur og fólk í øllum aldursbólkum kunnu njóta gleði av hesum tiltaki.

 

– Øll tiltøk, matur og annað, sum vit bjóða øllum, ið vitja Føroya Sjómannadag, eru ókeypis.

 

– Takkað verður fyri vælvild frá virkjum, skipum, felagsskapum, privatpersónum og sponsorum úr øllum landinum, ið gera Sjómannadagin til eitt livandi familjutiltak, skriva fyrireikararnir. 

 

Høvuðsstuðul:

 

Klaksvíkar Kommuna

 

Norðoya Sparikassi

 

 

 

MÁNADAGIN 15. AUGUST 2022

 

 

 

19.00

 

Fornminni fram við sjóvarmálan.

 

Mánakvøldið tann 15. august kl. 19 í skúlanum á Skúlatrøð.

 

Framløgan fer at snúgva seg um fornminni, ið eru at síggja fram við sjóvarmálan í Borðoyavík í Klaksvík. Í hesum lendinum eru fleiri fornminni og júst her eru vit so heppin at fornfrøðiligur útgrevstur hevur verið í Borðoyavík, á einum staði, ið kallast niðri á Toft. Umframt at leggja fram um hendan spennandi fornfrøðiliga útgrevsturin niðri á Toft fer Ann Sølvia at tosa um aðrar toftir, ið eru at síggja í lendinum, til dømis forvitnisligu toftina úti í Grøv.

 

 

 

Hóskvøldið18. August

 

 

 

17.00

 

Umboð fyri grannskoðaravirkið NUMO lýsa gongdina seinastu árini hjá skipabólkum í heimaflotanum.

 

 

 

FRÍGGJADAGIN 19. AUGUST

 

 

 

16.00 – 19.00

 

Skarðsprát.

 

Felagið Skarðsbygd skipar fyri ”Skarðspráti” í Miðhøllini á Skúlatrøð.

 

 

 

18.00

 

Fiskikapping á Kósabrúnni

 

Stór fiskikapping á Kósabrúnni fyri bæði gentur og dreingir.

 

Børnini skulu sjálvi hava tráðu við. 

 

Tilmeldingin er á Kósabrúnni, har luttakarar fáa agn, posa og pappírslepa at skriva navn og fartelefonnummar á. Møtið í góðari tíð.

 

Kappast verður í tveimum aldursbólkum, børn í skúlaldur og børn undir skúlaaldri, eins og kappast verður um at fiska størsta fiskin. 

 

Heiðursmerki verða latin til nr. 1, nr. 2, og nr. 3.

 

Steyp verður latið til tann, ið fiskar størsta fiskin.

 

Fiskikappingin byrjar stundisliga kl. 18.00, og endar klokkan 19.00

 

Silvi vitjar, og børn og vaksin fáa kakao, sunkist og góðgæti. Heiðursmerkjahandanin verður á stórapalli á Sjómannadegnum leygardagin 20. august. kl. 11.00

 

VINNINGAR: Stórt tinganest frá DAMFAR og gávubrøv frá NEMA.

 

19.00

 

Stórt Vatnkríggj millum bátar og skip.

 

Tá Fiskikappingin er liðug, leggja skip og bátar at Kósakaiini og taka fólk umborð, og síðani verður kríggjast millum bátarnar á Vánni.

 

Brimil liggur mitt á krígsøkinum, og smærri og størri bátar sigla ímóti klokkuni/sólin, runt um Brimil og fram við sløkkiliðsbilunum á vesturbryggjuni.

 

Kríggjast verður til Brimil floytar tríggjar ferðir og vantkríggi endar umleið kl. 20:30. 

 

Hendir okkurt óhapp, floytar Brimil eitt langt floyt, og so skulu allir bátar leggja stilt og gevast við vatnkrígnum, til Brimil floytar tvær ferðir, og vatnkríggið heldur fram. Sløkkilið og bjargingarfeløg úr øllum landinum luttaka í vatnkrígnum.

 

Sjóverjuskipið “Vædderen” luttekur í vatnkrígnum við vatnkanónum og verjir kajina á vestursíðuni. 

 

ØLL SKULU VERA Í BJARGINGARVESTI!

 

Kaptain Gardar Vatnkríggj.

 

Á vestursíðuni frammanfyri Northern Fish Cold Storage, skipar Kaptain Gardar fyri vatnkríggi fyri smærri børn, og tey, sum ikki ynskja at vera umborð á bátunum.

 

Kaptain Gardar og aðrir sjórænarar eru á bryggjuni og skipa garrvilla kríggið.

 

Øll - bæði børn og vaksin, sum luttaka í vatnkrígnum á landi og á bryggjuni, kunnu rokna við at gerast dýggj vát, og tí er umráðandi at vera væl kladdur, so ein ikki gerst kaldur. Tey, ið gerast køld, tapa kríggið!

 

LEYGARDAGIN 20. AUGUST

 

09.00

 

Føroysku træseglskipini og motorbátar hittast á Pollinum og seta segl.

 

10.00

 

Seglskipini koma á Klaksvík og leggja at kai, innast í krókinum við Stórukaj. Jóhanna TG 326, Westward Ho, Dragin, Brimnes, Norðlýsið, Thorshavn og Norðan.

 

10.30

 

Merkið vundið á strong.

 

Umboð fyri manning, sum hevur longstu leið til Føroya Sjómannadag, heysar Merkið á Stong meðan tjóðsangurin verður sungin.

 

Síðani verður boðið til STÓRT MORGUNMATARBORÐ Á BRYGGJUNI.

 

Karl Johannesen,

 

borgarstjóri, bjóðar vælkomin.

 

Árni Skaale,

 

landsstýrismaður í fiskivinnumálum, setur Føroya Sjómannadag og handar bestu skipum og bátum í Føroyum heiðursmerki.

 

Umboð fyri Sjómannadagin handar heiðursmerki til vinnarar av fiskikappingini, og tann, sum hevur fiskað allar størsta fiskin verður útnevndur fiskikongur/drotning.

 

Skipalista-kvissin.

 

Undankapping til stóru finaluna í spurnakappingini hjá Skipalistanum, verður í ár skipað sum Kahoot. FINALAN verður á stóra pallinum kl. 15:15.

 

VINNINGAR: Gávubrøv frá Atlantic Airways.

 

Føroyameistarakapping – Vinda hespur upp í noða.

 

Kappingin er fyri pør. Tilmelding á pallinum.

 

VINNINGAR: Tvær nætur fyri tvey á HILTON, írokna 3 rættar matskrá við vínskrá.

 

FRAMSÝNINGAR 

 

10.00-16.00

 

Norðoya Fornminnasavn.

 

Í samband við Sjómannadagin letur savnið Miðstovuna upp við myndaframsýning av ymiskum, sum hoyrir sjólívinum til. Inngongdin til Miðstovu verður niðan fyri Handilshúsini.

 

11.00 – 18.00

 

Listaframsýningar.

 

Lydia Petersen, Magna Auðunsson, Monica Ósá og Katrin Andreasen sýna fram í stóra tjaldinum.

 

---- 

 

12.00 – 16.00

 

Framsýning og framløgur í Spinnarínum. (í Klingrugarði)

 

Listakonan Súsan í Jákupstovu og sniðgevin Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard

 

skipa á Sjómannadegnum fyri spennandi framsýning á Spinnarínum í Klaksvík.

 

Tær hava báðar nýtt føroyska ull í sínum verkum, og á Sjómannadegnum sýna

 

tær bæði egin verk og verk og lutir hjá øðrum fram í hølunum, sum einaferð

 

húsaðu Klaksvíkar Ullvirki hjá J.F. Kjølbro.

 

Umframt stuttar framløgur frá Súsan og Ragnhild fara Maria Klein og Finn

 

Kjølbro at greiða frá spinnarínum hjá Monu Olsen og Klaksvíkar Ullvirki hjá J.F.

 

Kjølbro.

 

Framløgurnar verða millum 13 og 15. Framsýningin er opin frá klokkan 12 til 16.

 

YMISKAR SÝSLIR FYRI BØRN OG VAKSIN-BØRN

 

11.00 – 19.00

 

Rógving fyri børn og ung á flakum í grunnum hyli á bryggjuni.

 

11.00 – 17.00

 

Sjórænaraskip og bátar leggja at bryggju og sigla túrar við børnum.

 

Kaptein Gardar & Stampi skipa fyri SKEIÐI FYRI LÍTLAR SJÓRÆNARAR . Børn undir og í skúlaaldri kunnu royna sýni kynstur sum Sjórænarar.

 

Øll, sum klára royndirnar, fáa eitt diplom frá Kaptein Gardar & Stampi.

 

11.00 – 17.00

 

Vilt á sjónum:

 

Uppliving fyri lívið – bæði fyri børn og vaksin

 

- Túrar við speedbátum, sum ganga 70 míl. .... ÓKEYPIS!!!

 

- Royn teg hangandi afturúr speedbátum, sitandi á luftpútum.....ÓKEYPIS!!!

 

12.00 – 17.00

 

Opið hús í Fullpower á Klaksvíksvegi 85.

 

Kom inn og verð við í spennandi kappingum, gita hvussu nógv kilo eru í rúgvuni og tak eina wella selfie við vakra prýdda selfieveggin frá Rógvadóttir.

 

Thepinksheep hevur sølubás og Anna Mohr vísir fram sína list.

 

Øll eru vælkomin.

 

Føroysku træseglskipini skipa fyri:

 

11.00 – 17.00

 

UMBORÐ Á JÓHANNU verða tveir róðursmenn við stýrisvølin, sum eru ílatnir gomul sjóklæðir. Hesir greiða frá, hvussu róðursmaðurin stýrir við stýrisvølinum eftir kumpass, greiðir frá um veður og vind, seglføringina, - vísir fram gamlan fiskireiðskap sum ongul, stein, fiskisnøri við teini, blýggjlodd, súlu, vaðbein í lúnning, lippukassan o.a. Fólk kunnu eisini sleppa at kasta snøri.

 

11.00 – 17:00

 

UMBORÐ Á WESTWARD HO verða tveir mans ílatnir føroyska húgvu, skipstroyggju, stivlar/tuflur og vøttir - hjálpa fólki at hála t.d. fokkuna ella mesanin - upp og niður, leggja undir lippuna, halda tørn og seta fast á kuffilnaglan. Síðani at gera fallið upp.

 

11.00 – 17.00

 

UMBORÐ Á SKÚLASKIPINUM DRAGIN verður kahúttin riggað um til skúlastovu við øllum tólum og undirvísingartilfari, sum næmingarnir vanliga nýta. Greitt verður frá, hvussu vit ígjøgnum árið nýta skúlaskipið til undirvísing. Eisini ber til at heysa okkurt segl upp og niður.

 

11.00 - 17.00

 

Havstovan í stóra tjaldinum á Sjómannadegnum.

 

Prøva-tøkuskipanin til fiskakanningar hjá Havstovuni verður víst í stóra tjaldinum. Eisini nytrutøka, aldursgreiningar og magakanningar.

 

13.00 – 19.00

 

FØROYA ÁTILIGASTA FISKABORÐ

 

JFK bjóðar aftur í ár Fish & Chips á Sjómannadegnum.

 

Fiskurin er fyrstafloks toskur frá Gadus og Sjúrðabergi, meðan chipsini verða framleidd úr nýggjum eplum úr Onglandi, sum eru serliga væl egnað til endamálið.

 

Aftur í ár fara tveir kokkar frá kendum enskum Fish & Chips matstovum at kokkast.

 

JFK hevur sostatt gjørt seg væl út at servera Fish & Chips til allar gestirnar á Sjómannadegnum. Fyri at stytta um tíðina í bíðirøðini, kann hvør persónur í mesta lagi fáa fýra portiónir.

 

Føroya Bjór bjóðar sodavatn og vatn afturvið.

 

Opið verður frá kl 13, og so leingi, sum fólk ynskja at fáa Fish & Chips.

 

 

Bakkafrost á Sjómannadegnum

 

Bakkafrost eru errin av sínum vælsmakkandi og heilsugóða laksi, aldur á føroysku firðunum. Aftur í ár fer Bakkafrost  at borðreiða við ókeypis smakkiroyndum á bryggjuni. Hesar fara vónandi at geva tær íblástur til aðrar laksarættir.

 

——-

 

Christian í Grótinum 

 

bjóðar Makrel og rabarbu desert

 

Á sjómannadøgunum í ár bjóðar Christian í Grótinum ein tomat kompot við pasta og heitt royktum makreli.

 

Omaná bjóða Amarant kaffi og eina rabarbu desert.

 

----  

 

14.00 – 17.00

 

Opið skip umborð á Brimli. Manningin bjóðar heitar vaflur og kakao.

 

14.00 – 17. 00

 

Opið skip umborð á sjóverjuskipinum ”Vædderen”. Manningin bjóðar heitar pannikøkur og kakao. 

 

13.00 - 17.00.

 

Opið hús á Looknorth.

 

Til ber at síggja, hvussu framleitt verður EPS (flamingo) og hart plast. Høvið verður at uppliva framkomnu framleiðsluna, meðan víst verður runt á virkinum, og Looknorth bjóðar gestunum kaffi og vaflur.

 

14.00

 

Felagssangur í kantinuni á ”Roykivirkinum”.

 

Hans Hjalti Skaale og Hóraldur Joensen skipa felagsang við sjómansvísum.

 

13.00 - 17.00

 

Ókeypis kramarísar.

 

Føroya Sjómannadagur saman við MBM bjóða ókeypis kramarísar til børn og vaksin.

 

13.00 – 17.00

 

Norðoya bjargingarfelag hevur opið skip umborð á bjargingarbátinum Ziska

 

13.00 – 17.00

 

Bláikrossur deilir ókeypis popkorn og íspinnar til børn.

 

13.00 – 17.00

 

Silvi skipar fyri fiskidammi í stóra tjaldinum.

 

13.30

 

Bjargingarroynd við Tyrluni hjá Atlantic Airways og Norðoya Bjargingarfelag.

 

--- 

 

14.00 – 17:00

 

Føroyameistarakapping – Kassastabling

 

Norðoya MC skipar fyri.

 

Vinnarin fær eina IPHONE 13SE frá FØROYA TELE

 

---

 

14.00

 

Føroyameistarakapping - Agnskering

 

Tilmelding á pallinum.

 

Vinnarin fær gávubræv frá INN

 

Silvurvinnarin fær stórt tinganest frá DAMFAR

 

Bronsuvinnarin fær stórt tinganest frá DAMFAR

 

14.15

 

Føroyameistarakapping í egning

 

Tilmelding á pallinum

 

Føroyameistarin fær gullheiðursmerki og gávukekk á 5.000 kr. frá Kjølur.

 

Silvurvinnarin fær gávukekk á 3.000 kr. frá Kjølur.

 

Bronsuvinnarin fær kr. 2.000 kr. frá Kjølur.

 

15.00

 

Føroyameistarakapping í køkubaking.

 

Heiðursmerki verða givin fyri smakk, kreativitet og teknikk.

 

ØLL SUM LATA KØKUR TIL KAPPINGINA FÁA GÁVUKORT á kr. 300,- Køkudómarar: Ranva Knudsen, Jóhanna á Tjaldrafløtti og Olevina Sundsskarð. Køkurnar skulu latast inn í LEIKALUND kl. 14.

 

Vinningar:

 

Besti smakkur: Gávukort frá Atlantic Airways

 

Kreativitetur: Gávukort á kr. 3.000,- frá BÓNUS. 

 

Teknikkur: Gávukort á kr. 3.000,- frá FK

 

15.00 – 16.00

 

Harmonikutónleikarar, frá Fuglafjarðar Harmonikufelag, spæla kend løg.

 

15.15

 

Skipalista-Kvissin

 

FINALAN – spurnarkapping.

 

Gunnar Nolsøe og Ernst S. Olsen eru vertir.

 

VINNINGAR: Gávubrøv frá Atlantic Airways.

 

15.25

 

Svimjikapping á Vánni

 

Svimjifelagið ÆGIR skipar fyri svimjikapping tvørtur um Vánna. Tilmelding hjá ÆGIR.

 

Kappast verður í tveimum bólkum: 

 

Menn 

 

Vinningur: 65” sjónvarp frá ELDING

 

Kvinnur: 

 

VINNINGUR: IPHONE 13 128 GB RED 

 

16:15

 

Fiskivinnuting.

 

Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og Høgni Hoydal, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, skifta orð um fiskivinnumál.

 

Vertur: Jón Brian Hvidtfeldt.

 

16.45

 

Føroyameistarakapping – Trolbøting

 

Føroyameistarin fær eitt gávukort á kr. 3.000,- frá INN

 

Silvurvinnarin fær eitt gávukort á kr. 2.000,- frá INN

 

Bronsuvinnarin fær eitt gávukort á kr. 1.000,- frá INN

 

17.15

 

Togtogan millum skipsmanningar

 

Tilmelding á pallinum, 8 persónar pr. lið.

 

Føroyameistararnir fáa 12 gávukort frá Smyril Line á kr. 1.000,-

 

17.45

 

Føroyameistarakapping – Halda dregg

 

Tilmelding á pallinum

 

Føroyameistarin far ein NILFISK hátrýst reinsara frá KBI

 

Silvurvinnarin fær TINGANEST frá DAMFAR

 

           

 

18:15

 

Southern Comforts er ein nýmótans contrybólkur úr Danmark. Teir spæla allar teir góðu gomlu countryklassikarnar við íblástri frá støvutum og skitnum rock‘n roll-tónum.

 

Sangari í bólkinum er ungi maðurin Rógvi Sigurdsson, sum seinastu mongu árini hevur verið klaksvíkingur í útlegd. 

 

SUNNUDAGIN 21. AUGUST:

 

11.00

 

Sjómansguðstænasta í Christianskirkjuni.

 

Øssur Kjølbro sóknarprestur prædikar.

 

Andras Sólstein luttekur við hornblástri.

VÆLKOMIN Á FØROYA SJÓMANNADAG 2022

 

Nevndin Føroya Sjómannadagur:

 

Karl Birgir Isaksen, formaður. Eyðstein Poulsen, næstformaður. Oliver Joensen, kassameistari og John William Joensen, skrivari.

 

Sambært reglugerðini fyri Føroya Sjómannadag er nevndararbeiðið ólønt.