Sjónleikarin Michael K. Williams funnin deyður

Sambært útlendskum miðlum hevur løgreglan í New York váttað, at 54 ára gamli sjónleikarin er funnin deyður í íbúð sínari.

 

Fleiri hava sæð Michael K. Williams í leiklutinum sum Omar Little í The Wire, men hann hevur eisini verið við í filmum og sendirøðum, sum eitt nú 12 Years a Slave, Gone Baby Gone og When They See Us.

 

Millum miðlarnar, sum bera tíðindini um deyða Michael K. Williams, eru eitt nú Variety og New York Post. Miðlarnir skriva, at sjónleikarin er funnin deyður í sínari íbúð, og løgreglan verður endurgivin fyri at siga, at talan helst er um eina yvirdosis.

 

Sjónleikarin hevur áður fortalt um sína misnýtslu av rúsandi evnum, men hann hevur eisini sagt, at hann søkti sær hjálp fyri at koma burtur úr misnýtsluni, tá hann var við í upptøkum til triðja part av The Wire.

 

Kendi sjónleikarin hevur eisini verið innstillaður til Primetime Emmy Award fyri besta hjáleiklut. Eftir 54 ára gamla, Michael K. Williams, situr sonurin, Elijah Williams.

 

##med2##