Sjúkrahús kunnu fara at mangla útgerð

Nýggj ES kunngerð setur strangari krøv til útgerð, ið sjúkrahús brúka

(Mynd: Henning Bagger/Ritzau Scanpix)

Europeiska Samveldið (ES) fer at seta strangari krøv til útgerð, ið verður brúkt í heilsuverkinum. Framleiðarar skulu hava útgerð sína góðkenda eftir nýggju reglunum innan 26. mai 2024. Góðkenningin umfatar alt frá framkomnari tøkni til sengur og nálir.

 

Hetta skapar avbjóðingar í europeisku heilsuverkunum, og avleiðing kann vera, at sjúkrahús koma at mangla útgerð.

 

Hetta skrivar tíðindastovan Ritzau.

 

Danska Læknafelagið sigur við blaðið Politiken, at trot kann verða á týðandi útgerð, sum heilsuverkið brúkar, og longu nú hava fyrstu avbjóðingarnar víst seg. Eitt nú er trupult at fáaa fatur á útgerð til viðgerð av bloðproppum, og vandi er fyri, at kikarar til kikaraviðgerð fara at mangla í næstum.

 

Læknafelagið heldur, at freistin, sum ES hevur sett fyri at fáa nýggja góðkenning, er ov stutt. Vandin er, at týðandi útgerð fer at mangla á marknaðinum, tí framleiðarar og góðkenningarmyndugleikar ikki megna at fáa nýggju góðkenningarnar avgreiddar innan freistina.

 

Talsfólk fyri ES sigur við Poilitiken, at arbeitt verður við málinum, og eitt nú skal metast um tíðarfreistina fyri nýggju góðkenningarnar.

 

(Mynd: Henning Bagger/Ritzau Scanpix)