Sjúkrahúsini fingu 108 fleiri starvsfólk upp á tíggju ár

Men tað er rættiliga ymiskt, hvussu gongdin hevur verið undir ymsum landsstýrum

Hesi seinastu tíggju árini, frá 2011 til 2020 eru starvsfólkatalið á teimum trimum sjúkrahúsunum nógv vaksið.  Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, upplýsir fyri Løgtinginum í dag, at í 2020 vóru nevniliga 108,39 fleiri fulltíðarstørv á sjúkrahúsunum enn tað vóru í 2011.

 

Ymisk landsstýrið hava ofta gjørt nógv burtur úr at greiða fólki frá, hvussu stóran dent tey leggja á at vit hava eitt gott heilsuverk og tí hava tey nógvar søgur um, hvussu nógv, heilsuverkið er ment akkurat ímeðan tey sótu við valdið.

 

Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, hevur nú spurt landsstýrismannin, hvussu nógv starvsfólkatalið í heilsuverkinum er broytt í ymsum tíðarskeiðum, altso tíðarskeiðið frá 2011 til 2015, tíðarkeiðið frá 2016 til 2019 og so eisini hesi bæði seinastu árini. Samstundis vildi hann hava, atv tey starvsfólk, sum serliga eru sett í starv í samband við koronu, verða trekt frá fyri at síggja veruligu gongdina.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at tølini verða gjørd upp eina ferð um árið og tað ber ikki til at gera tølini upp, mánað fyri mánað. So tá ið árið í ár ikki er liðugt, eru tølini fyri í ár heldur ikki við.

 

Landsstýrismaðurin sigur eisini, at tað er ringt at taka starvsfólkini burturúr tølunum, sum hava við koronu at gera tí á øllum trimum sjúkrahúsunum hava tey allarflestu starvsbólkar arbeitt nógv við koronu.

 

Men vøksturin í starvsfólkunum sæst í talvuni niðan fyri

 

##med2##

 

Sum tað sæst, er talið á fulltíðarstørvum vaksið 108,39 starvsfólk hesi tíggju árini frá 2011 til og 2020. Tað fyrsta tíðarskeiðið, frá 2011-15, vaks starvsfólkatalið útvið fimm fulltíðarstørv. Samstundis vaks talið á læknum við 13 fulltíðarstørvum, men tá eru læknarnir, sum koma uttanlands til Føroyar at arbeiða nakrar ferðir um árið, taldir við. Men hinvegin minkaði talið á sjúkrarøktarfrøðingum, og øðrum starvsfólki, umleið tað sama, sum talið á læknum er vaksið.

 

Frá 1. januar 2016 til 31. desember 2019 vaks talið á starvsfólkum mest, tí hesi árini vaks tað nevniliga 80,17 fulltíðarstørv Serliga vaks talið av sjúkrarøktarfrøðingum nógv, tí tað vaks útvið 37 fulltíðarstørv, og talið á øðrum starvsfólkum vaks eini 24 fulltíðarstørv. Sostt vaks talið á læknum við góðum 11 fulltíðarstørvum.

 

Landsstýrismaðurin í heilsumálum sigur, at í 2020 hevur vøksturin hildið fram. Frá 1. januar til 31. desember 2020 komu gott 23 fulltíðarstørv afturat í Sjúkrahúsverkinum. Harumframt eru eini níggju fulltíðarstørv sett á Landssjúkrahúsinum í samband við koronu.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at tað skal havast í huga, at tey fyrstu árini, frá 2011-2015, vóru merkt av búskaparligu støðuni eftir fíggjarkreppuna og tí var ikki rásarúm til at hækka starvsfólkatalið líka nógv tey árini, sum tað hevur verið hesi seinastu árini.

 

Hann leggur eisini afturat, at í 2020 er dentur lagdur á onnur viðuskifti í heilsuverkinum, sum ikki síggjast aftur í talinum á starvsfólkum. Tvey dømi um hetta eru tann tann ókeypis sálarfrøðiliga viðgerðin, sum er sett í verk, umframt størri KT-verkætlanir.