Sjúkrarøktarfrøðingur til skurðdeildina á Suðuroyar sjúkrahúsi

Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir sjúkrarøktarfrøðingi til skurðdeildina í tíðarskeiðinum 1. novembur 2022 – 1. januar 2024.

 

 

 

Talan er um fulltíðarstarv við tilkallivakt eftir galdandi reglum.

 

 

 

Vit vænta at umsøkjarar

 

  • seta tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
  • hava hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleikum
  • hava góð tvørfaklig samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • kenna ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini
  • hava prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • hava telduførleika – vit nýta Cosmic.

 

Arbeiðsroyndir á skurðdeild kunnu verða ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

 

Vit kunnu bjóða

 

  • ein áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað saman við góðum starvsfelagum
  • eitt starv við mennandi avbjóðingum
  • skipaða innleiðslu.

 

Setanartreytir

 

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

 

Meira fæst at vita

 

um starvið við at venda sær til Agnete Vestergaard, deildarleiðara á skurðdeildini tlf. 34 33 00.

 

Umsókn við CV skal sendast til ssh(at)ssh.fo

 

 

 

Umsóknarfreist: 25. septembur 2022.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

 

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

 

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

Á heimasíðu okkara www.ssh.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.