Sjúrður skoraði í fyrsta kappingardystinum fyri Tønder

Føroyingaliðið, TM Tønder bjargaði sær javnleik í síðsta sekundinum í heimadysti móti Vendsyssel

Føroyingaliðið TM Tønder spældi sín fyrsta dyst í næstbestu donsku hondbóltsdeildini fyrr í dag, tá teir á heimavølli tóku móti Vendsyssel.

 

Dysturin endaði við javnleiki 24-24. Jaris Uwe Tobeler javnaði fyri Tønder uppá brotskast í allarseinasta sekundinum av dystinum, og tryggjaði Tønder eitt stig.

 

Teis Horn Rasmussen skoraði tvey mál, og Sjúrður Olsen skoraði eitt mál. Talan er um fyrsta kappingarmálið Sjúrður hevur skorað fyri TM Tønder.

 

Tønder var á odda 14-10 í steðginum, men tað gekk ikki líka væl í seinna hálvleiki hjá heimaliðnum.

 

Komandi sunnudag spælir Tønder á útivølli móti Roskilde.