Aftur í kvøld fór Skála av vøllinum við øllum stigunum. Hesa ferð var tað á heimavøllinum undir Mýruhjalla ímóti teimum næstbestu hjá B36, sum tað síðstu umførini hevur hilnast væl hjá.
Úrslitið var 2-0. Tað var støðan, tá ið fimm minuttir vóru farnir, og so vórðu tað ikki skorað fleiri mál.
18 ára gamli Poul Kallsberg, sum hevur verið við í øllum dystunum á tamb higartil í ár, legði upp til bæði málini. Tað fyrra skoraði verjuspælarin Kristian Martin Jakobsen eftir hornaspark, og tað seinna skoraði Aksel B. Danielsen. Hetta var fjórða málið hjá Akseli, sum er toppskjútti hjá Skála.
Skála er greitt oddalið. Skálamenn hava fulla úrtøku eftir sjey dystir, teir hava skorað 16 mál, og fýra mál eru farin ígjøgnum. B36 hevur 11 stig fyri átta dystir.
Fríggjakvøldið skal B36 spæla á útivølli ímóti Víkingi, og Skála skal leygardagin spæla á útivølli ím+oti NSÍ.