Skálaðu fyri Norrönu

Óli Hammer, stjóri á Smyril Line, og Fred Garbe, stjóri á skipasmiðjuni í Flensburg hava undirskrivað endaliga

byggisáttmála fyri nýggju Norrönu

Dia Midjord


Óli Hammer skal djúpt niður í lumman, tá hann skal rinda tær 660 milliónirnar, ið nýggja Norröna kostar. Men fyri pengarnar fær hann so eisini eitt spildurnýtt ferðamannaskip, ið hevur bæði svimjihyl, gosbað, sauna, solarinum og hvat tað nú skal vera.

Endaligi byggisáttmálin, har fíggingin eisini er fingin upp á pláss, varð undirskrivaður á Hotel Føroyum í gjár. Tað er týski bankin KFV í Frankfurth, ið hevur útvega Óla Hammer og Smyril Line fígging. Fíggingin er í Euro-gjaldoyranum og upphæddin er 88 milliónir Euro.

Arbeiðið upp á nýggju Norrönu, ið skal latast Smyril Line 31. mars 2002, byrjaði 1. mars í ár.


Skriva søgu

Óli Hammer og Smyril Line hava uttan iva skrivað sær egnan kapittul í føroyskum søgubókum.

Eitt er, at nýggja Norröna er størsta og dýrasta skip, ið føroyingar nakrantíð hava keypt. Eitt annað er, at hetta er størsta verkætlan, ið nakað privat felag er farið í holt við.

Og tað er spurningurin, um ikki Óli Hammer við at seta endaligu undirskrivt sína á byggisáttmálan í gjár, er farin í holt

við størstu verkætlanina nakrantíð í Føroya søgu.

Sum onkur tók til í gjár. Undirsjóvartunnlar eru peanuts í hesum sambandi.


Væl nøgdir

Fred Garbe, stjóri á skipasmiðjuni í Flensburg, lovaði Óla Hammer og teimum hjástaddu, at Smyril Line skuldi fáa eina ferju, sum var avbera væl úr hondum greidd.

? Henda løtan er eisini ein stór løta fyri okkum. Vit hava í níggju mánaðir arbeitt saman við Óla Hammer, fyri at koma fram til hesa okkara endaligu loysn, segði Fred Garbe.

Flensburger Schiffbau-Gesellschaft hevur ikki bygt eina slíka ferju áður, men hevur royndir við nærum øllum øðrum skipum. Nýggja Norröna er nýbygningur nr. 710 á hesi týsku skipasmiðju, ið eisini hevur bygt gomlu Norrönu.


Fred Garbe, skipasmiðjustjóri og Óli Hammer, stjóri á Smyril Line, hava undirskrivað sáttmálan til nýggja flaggskip føroyinga børn Spíran (útibarnagarðurin)

42 børn Inni á Gøtu 20 børn Býlingahúsið undir Fjalli 20 børn Býlingahúsið á Flat 16 børn afturat á Lítlaskógi 10 børn afturat í barnagarðurin á Argjum.

Tilsamans er hetta 128 børn.

Tá ið tey seks plássini á Velbastað verða løgd afturat, kemur talið upp á 134 nýggj ansingarpláss hesi seinastu fýra árini.

Harafturat eru pláss fyri 250 børn á Frítíðarskúlanum og hann tekur ikki meiri enn hesi somu 250 børnini.

Sostatt eru 384 børn komin upp í skipanina afturat hesi seinastu fýra árini.

Umroknað eru tað 96 børn í miðal um árið hesi seinastu fýra árini.

Í næstum verður harafturat útbygt, so at 100 pláss verða útvegað afturat. Talan er um 60 pláss á einum stovni í Vesturbýnum. Men harafturat skulu tvey býlingshús byggjast út, so at tey fáa tikið 20 børn afturat í part. Tey seinastu av hesum plássunum verða liðug komandi summar.

Men harumframt fara 180 børn úr skipanini eftir summarferiuna, tí tey fara úr skúla. Sostatt fara 280 børn at sleppa í skipanina tað næsta árið.

Í løtuni standa 465 børn á bíðilistanum.

Tá ið tey 280 børnini eru sloppin inn, verða sostatt 185 børn á bíðilistanum, um barnatalið verður tað sama sum nú.

Í 1996 gjørdi Býráðið sær ein málsetning sum segði, at 30 pláss skuldi útvegast um árið í 10 ár, tó soleiðis at økingin støðugt skuldi vera í samsvari við tann tørvin. Sostatt skuldi tørvurin verið nøktaður í 2006.

Men veruligi tølini vísa, at hóast býráðið hevur útvegað tríggjar ferðir so nógv pláss, sum málsetningurin var, so er bíðilistin vaksin úr 289 børnum, upp 465 børn.

Og tá ið útbyggingarnar, sum eru ígongd, verða lidnar næsta summar, er bíðilistin komin niður í 185 børn, um barnatalið verður tað sama, sum nú.

Ein ørsøkin til gongdina er tað stóra talið av tilflytarum. Ein onnur orsøk er, at dagrøktin er sett til 300 børn, men í løtuni klárar skipanin bert 250 børn, tí tað eru ov fáir dagrøktarar. Somuleiðis eru fleiri fólk komin aftur í arbeiðið og hava tí brúk fyri barnaansing.