Skúlabókagrunnurin ikki 2.470 kr. í stuðli pr. síðu - men 43-74 oyru!

Rættleiðing til villleiðing í Fregnum

Í Fregnum, sum nú í tøkum tíma eru farnar í summarfrí, er ein útspillingargrein um Føroya Skúlabókagrunn og Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum neyvan nakar hevur sæð makan til í føroyskari blaðsøgu, undirskrivað av ongum ringari enn sjálvum fyritøkustjóranum Jonhardi Mikkelsen, ið eisini er forleggjari og goymir sínar bøkur, ókeypis, í Bókamiðsøluni, haðani hann hevur notið onkrar aðrar sersømdir eisini. Bókamiðsølan, sum Skúlabókagrunnurin og Føroya Lærarafelag (Bókadeild Føroya Lærarafelags) stovnaðu í 1967, hýsir av sínum eintingum útgávurnar hjá ikki færri enn 330 føroyskum forløgum, so tað er ikki smávegis av bókum og øðrum útgávum, sum har verða goymdar og avgreiddar.

Eg ætlaði satt at siga ikki at svara til hesa útspillingargrein í Fregnum. Men. Men. Máti skal vera við øllum, kortini. Komin úr útlondum í arbeiðsørindum síggi eg í Fregnum tann 27. juni, at blaðstjórin Jonhard Mikkelsen hevur skrivað hesa grein, hann rópar: "Kappingaravlagandi stuðul til bókaútgávu", og sambært hansara sermerkta roknihátti kemur hann so til hetta margháttliga úrslit: "Føroya Skúlabókagrunnur fær 2470 krónur í stuðli fyri hvørja síðu." Og hesa sensatiónina setur hann á forsíðuna á blaðnum oman fyri blaðhøvdið.

Fregnir eru farnar í summarfrí, og tí verður henda viðmerking send Dimmalætting og Sosialinum. Tað kann jú vera, at ábyrgdarblaðstjórin vil hava, at onkur, sum stendur í einum bókhandli og blaðar í eini bók hjá Føroya Skúlabókagrunni, fær ta fatan, at hvørja ferð hann ella hon blaðar, hevur tað almenna latið 2 ferðir 2470 kr. í stuðli. Tað vil siga næstan 5000 krónur í stuðli, hvørja ferð blaðað verður! Hetta verða øgilig tøl! Og bókin sjálv kostar kanska einar 140 krónur at keypa í bókhandlinum.

Men hetta hevur sjálvsagt einki við veruleikan at gera, og roknihátturin hjá Jonhardi Mikkelsen fyritøkustjóra er, sum vera man, tað reina volapykk! Tað dugir ið hvussu er ein og hvør at síggja, sum fæst við útgávuarbeiði. Samanteljingin er í fyrsta lagi ein vavstur av tølum, sum í sjálvum sær eru ikki so frægt sum rætt roknað, og harav summi haraftrat hava einki og onnur bara partvíst hava nakað við Føroya Skúlabókagrunn at gera, haruppií stuðul til tey privatu forløgini, m.a. til undirvísingartilfar, eisini til tað privata forlagið hjá Jonhardi Mikkelsen sjálvum.

Roknar tú rætt og reelt, t.e. tú tekur útgávutølini, upplagsstøddirnar, síðutølini og annað virksemi, sum natúrliga hoyrir til útgávu av skúlabókum, kemur tú til tøl, sum snúgva seg um 74 oyru (í 2002) og 43 oyru (í 2001) í stuðuli fyri síðuna - og ikki allar tær túsundtals krónur, sum Jonhard Mikkelsen í síni villleiðandi útspillingargrein vil vera við.

Føroya Skúlabókagrunni fýsir lítið at fara út í eitt orðaskifti á tí óreella og óseriøsa støði, sum Jonhard Mikkelsen leggur upp til. Tó skal tað ikki vera ósagt, at eitt skipað skúlaverk, eisini tað føroyska, krevur eina skipaða, framhaldandi undirvísingarmiðlaútgávu, ið eisini umfatar annað enn bøkur, og sum tað privata í einum so fámentum landi sum Føroyum - av natúrligum orsøkum - ikki kann lúka, tó, treyðugt so, at ikki onkrar nýtiligar og summar góðar undirvísingarbøkur eru komnar frá teimum privatu forløgunum eisini. Men álvaratos - man tað ikki vera soleiðis vorðið, at onkur heldur kundi hugsað sær sjálvur at fingið hendur á øllum almennum stuðli til undirvísingarmiðlar í Føroyum, og at høvuðsmotivið ikki er bøkur og aðrir undirvísingarmiðlar til skúlaverkið, men heldur at fáa fatur á lætttjentum pengum til sín sjálvs.

Jú, Fregnir eru farnar - í feriu, skilst. Vónandi fær blaðstjórin nýtt frítíðina væl, tí hann man vera rættiliga lúgvaður, so sum hann hevur brýggjað høvdið og roknað - men vónandi fer ábyrgdarblaðstjórin tó ikki at brúka sama útrokningarhátt sum fyritøkustjóri á Fregnum eisini.

Tað er ikki bara spell. Tað er ein sorgarleikur, alt sum tað er.