»Skálaberg« royna við dupulttroli

Bæði »Sundaberg« og »Skálaberg« hava nú fingið saltfiskalastina umbygda til frystilast og lasta nú hvør um 950 tons í frystum. »Sundaberg« fór nýggjan túr fyri 3 vikum síðani og »Skálaberg« verður helst klárur at fara um vikuskiftið. Eisini hevur »Skálaberg« fingið nýtt spæl ísett soleiðis at hann nú hevur 3 spøl

ÓLAVUR Í BEITI


Nú eru bæði »Sundaberg« og »Skálaberg« hjá J.F.K Trol í Klaksvík frysti- og flakatrolarar burturav. »Sundaberg«, sum fór nýggjan túr fyri 3 vikum síðani, var umbygdur á Skála, og »Skálaberg« hevur verið til umvælingar í Havn.


Nýggj roynd

»Skálaberg« var liðugur frá skipasmiðjuni í Havn í gjár, og roknast við at fara nýggjan túr eystureftir um vikuskiftið. Umframt at saltfiskalastin er gjørt til frystilast eisini umborð á »Skálaberg«, er nýtt spæl sett umborð soleiðis at »Skálaberg« nú hevur trý spøl og kann royna við dupult-troli.

Hetta er helst fyrstu ferð roynt verður við trimum spølum og dupulttroli eftir toski. Royndir hava áður verið gjørdar við dupulttroli og tveimum spølum. Tað er ikki ókent umborð á rækjutrolarum, sum hava havt góðar royndir við trimum spølum og dupulttroli.

Og nú trolararnir hava fingið hesa umbygging framda, er eisini annað arbeiði gjørt umborð á teimum. Verksmiðjurnar eru sandblástar, trolararnir eru málaðir og annað umfatandi viðlíkahaldsarbeiði er eisini gjørt.

Arbeiðið umborð á »Skálaberg« hevur tikið um 2 mánaðir nú hann var liðugur í gjár, meðan tað tók nakað styttri tíð umborð á »Sundaberg«, sum ikki fekk tað triðja spælið ísett.

Tað er kanska ikki so lætt at siga, hvussu nógv trolararnir nú lasta í frystum, men roknað verður við at teir lasta dupult so nógv ella um 950 tons. Ikki bert tað, at saltfiskurin so gott sum er farin í søguna, er orsøkin til, at trolararnir nú eru frysti- og flakatrolarar burturav, men roknast kann nú við minni sigling, tá ið trolaranir lasta um dupult so nógv av frystum.


Góður prísur

Viðvíkjandi fiskiskapinum í løtuni eystanfyri, so er hann toliligur. »Sundaberg« sum hevur fiskað í góðar tvær vikur, hevði um 100 tons inni, seinast frættist frá honum, og viðvíkjandi prísinum á flaki, so er hann góður í løtuni. Í miðal hevur hann ligið um 37 til 40 krónur kilo.

Hin trolarin hjá J.F.K Trol, »Sjúrðarberg«, sum eisini roynir eystanfyri, hevði um 370 tons seinast frættist frá honum.