Vit skriva 2020. Skálafjarðartunnilin er liðugur, skúladepilin við Marknagil hevur fungerað í nøkur ár, upptøkuøkini til studentaskúlan eru burtur og við útbyggingunum er blivið styttri av Nesi til glæsiliga skúlan í Havn enn til skúlan á isoleraða Kambsdali.
Allur skúlaskapur í Føroyum er broyttur. Skúlarnir kring landið hava allir valt sær serlig fokusøki. Á Kambsdali eru altjóðagerð og ítrótt høvuðsevnið, Vestmanna heldur fast við sína fiskivinnu og í Klaksvík halda mikrobiologarnir til.
Í stóra skúlanum í Havn eru fleiri fokusøki millum teir næsta 2000 næmingarnar, og einasta orsøkin til, at ikki øll ganga í Havn er, at hinir skúlarnir ikki gera sum tey gera við Marknágil.
Nakað soleiðis ímyndar Páll Isholm, rektari á Handilsskúlanum á Kambsdali, at føroyskt miðnám fer at vera í 2020.
Hann vil tó ikki fara í detaljur við til dømis Suðuroynni, men vil heldur vísa á, at alt verður broytt, og dugir at síggja, at nógvar generellar broytingar verða gjørdar.
Vilja til Havnar
Páll Isholm minnir tó á, at hann ikki sær tað sum ein trupulleika á nakran hátt, at nýggi skúladepilin verður gjørdur, tí skúlin fer at skapa eina stóra menning av øllum miðnáminum í Føroyum.
– Tað fer at gera, at tað vera færri dupultfunktiónir, og tað ger allan rakstur bíligari og allir næmingar fara at fáa eitt sterkari tilboð, heldur Páll Isholm.
Hann leggur afturat, at tað sjálvandi verður soleiðis, at heilt nógvir næmingar vilja til Havnar at ganga í skúla, tí har er eitt sentralt skúlaumhvørvi – á sama hátt, sum tá studentaskúli bara var í Hoydølum.
– Men natúrliga fylgjan av hesum er, at hinir skúlarnir velja sær serlig øki, sum teir fokusera uppá, sigur rektarin á Handilsskúlanum á Kambsdali.
Økisupptøkan
Somuleiðis heldur Páll Isholm, at stórt spurnartekin verður sett við økisupptøkuna, sum er til studentaskúlarnar.
Í løtuni skulu allir næmingar úr Norðoyggjum til og við Hósvík ganga í studentaskúla á Kambsdali. Suðuroyingar ganga í Hovi og restin av landinum skal ganga í Havn. Hetta er ikki galdandi fyri hinar miðnámsskúlarnar.
– Økisupptøkan er gjørd til eina tíð við heilt øðrvísi samferðslumøguleikum enn vit koma at hava um nøkur ár, og tí er tað eitt spurningur, sum heilt víst eisini kemur upp at venda, sigur Páll Isholm.
Hann spyr í sama viðfangi, um tað er nakað hugskot at tvinga næmingarnar at ganga á nøkrum ávísum skúla, tá tað helst verður styttri av Nesi til Havnar enn á Kambsdal.
Hinvegin ivast hann ikki í, at skúlarnir kring landið fara at liva eisini.
– Vit mugu á ongan hátt undirmeta skúlarnar á Kambsdali seinastu nógvu árini, men vit mugu fyrihalda okkum til, at fyritreytirnar verða broyttar, meinar Páll Isholm.
Vónar tað besta
Hallið á fíggjarlógini er heilt stórt, og verður neyvan minni á eini komandi fíggjarlóg, og truplar tíðir eru ofta sera truplar viðvíkjandi útbúgving, men Páll Isholm ivast ikki í, at skúlin verður liðugur í 2014.
– Eg rokni við og hopi, at skúladepilin verður liðugur til tíðina. Tað sær realistiskt út, og depilin verður heilt víst eitt stórt frambrot fyri allan skúlaskap í Føroyum, sum fer at skapa møguleika fyri nógvum, sum er púra ógjørligt í dag, sigur Páll Isholm, skúlaleiðari á Handilsskúlanum á Kambsdali.