Skála stríðist fyri at varðveita plássið í fremstu røð. Nú fyrsti triðingurin av kappingini er farin, hevur Skála vunnið eitt stig við málmuninum 6-27.
Tað er ikki óvæntað, at Skála stríðist í botninum, tí á liðnum í ár eru nógvir ungir og óroyndir spælarar. Teir royna at lyfta arvin eftir teir, sum vóru við í fjør, og sum ikki eru við í ár.
Fleiri skálaspælarar roynast í ár væl í øðrum feløgum. Jákup Jakobsen er millum mest eyðsýndu í NSÍ verjuni, og so eru tað Ari Olsen og Jákup Johansen, sum nú spæla í Víkingi. Teir síggjast á myndini. Í kvøld vóru tað teir báðir, sum skoraðu málini, tá ið Víkingur við Margáir vann 2-0 ímóti EB/Streymi.
Ein annar skálamaður gjørdi um seg, tá ið B36 seinnapartin vann 3-0 í Fuglafirði. Brian Jakobsen, sum í fjør flutti úr barndómsfelagnum á Skála og til B36, varð skiftur inn, tá ið tað restaði eitt korter, og støðan var 1-0 til B36. Hann skoraði til 2-0 og legði upp til 3-0 málið.