Skúlanæmingar missa trygdarskeiðini

Tað er eitt stórt afturtig fyri skúlan, at gjaldið fyri trygdarskeið er tríduplað, tí tað hevur skúlin ikki ráð til. Ein avleiðing kann eisini blíva vantandi tilgongd av ungum folki til fiskiflotan, halda tingfólk

Í mai í fjør kom Kappingarráðið til ta niðurstøðu, at trygdarskeiðini á Trygdarmiðstøðini vóru alt ov bílig. Tey vóru so bílig, at privatar fyritøkur ongan møguleika høvdu at kappast. Tí álegði Kappingarráðið Trygdarmiðstøðini at hækka kostnaðin í seinasta lagi 1. august.
Trygdarmiðstøðin so gjørdi, og kostnaðurin fór úr 1700 upp í 4500 krónur.
Nú rópa skúlar við framhaldsskeið varskó. Fleiri skúlar hava givið 10. floksnæmingum sínum tilboðið at fara á trygdarskeið, og tað tilboðið hevur fingið góða móttøku millum næmingarnar.
Ikki bara framhaldsdeildir við sjóvinnubreyt hava givið næmingunum tilboðið.
Men nú skeiðini eru vorðin dýrari, hava skúlarnir ikki ráð at senda næmingarnar á skeið.
Á tingfundinum mikudagin tók tingmaðurin Andreas Petersen málið upp í einum munnligum fyrispurningi til landsstýrismennnar Johan Dahl og Jacob Vestergaard, og málið fekk nógva umrøðu.

Klárir at mynstra
- Fleiri næmingar, sum hava fingið trygdarskeið, hava staðið klárir at fara umborð á onkran bát í summarferiuni, og lærlingar hava eisini havt henda møguleikan og so kunna farið onkran túr, sigur Andreas Petersen.
Trygdarskeið er treyt fyri at kunna mynstra.
Andreas Petersen nevnir eisini, at við at geva 10. floksnæmingum møguleikan at fara á trygdarskeið er hetta eisini ein máti at rekrutera und fólk til fiskivinnuna. Tey fáa møguleikan at fara til skips sum heilt ung og kunnu so finna útav beinanvegin, um sjómanslívið er nakað fyri tey.
- Annars seti eg spurnartekn við, hví trygdarskeið skulu lúka handilsligar treytir. Fyri ungdómin eru skeiðini skúli. Tey stóru útlendsku reiðaríini kunnu gjalda fyri at senda síni fólk á trygdarskeið, sigur Andreas Petersen.

Ov dýrt fyri skúlarnar
Tingmaðurin Bjarni Djurholm, sum annars er varaskúlastjóri á Eysturskúlanum í Havn heldur tað eisini vera sera harmiligt, um næmingarnir í 10. flokki ikki fáa møguleikan at fara á trygdarskeið.
- Nú kostnaðurin fyri skeiðið er farin upp á 4.500 krónur fyri hvønn næming, hava skularnir ongan livandi møguleika at geva næmingunum tilboðið, og tað er stórt spell Ikki minst nú arbeitt verður við at gera 10. flokk meira lokkandi, sigur Bjarni Djurholm.
Hansara uppskot er at gera eina serskipan fyri hendan partin av ungdóminum.
Bjarni Djurholm sigur, at sjóvinnubreytin er væl umtókt. Næmingarnir fáa ein lærdóm og við at fara á trygdarskeið, fáa teir eisini eitt prógv í hondina, sum gevur teimum møguleikan at fara til skips.
- Hetta kann kveikja áhugan hjá teimum fyri fiskivinnuni, sigur Bjarni Djurholm.
Marjus Magnussen, stjóri á Trygdarmiðstøðini í Klaksvík upplýsir, at millum 4. og 5. hvør næmingur á Trygdarmiðstøðini er úr 10. flokki.