Frá mánadegnum 4. mars, hevur Vágs kommuna í eina royndartíð skipað skúlapatrulju við vestaru inngongdina til Vágs Skúla á Vágsvegi.
Við øktum vinnuligum virksemi á havnarlagnum er ferðslan á Vágsvegi um morgnarnar eisini økt seinastu mánaðirnar. Fyri at bøta um ferðslutrygdina við Vágs skúla, verða nú sett í verk ferðslutrygdarátøk við skúlan á Vágsvegi
Frá 4. mars og tvær vikur fram verður skipað skúlapatrulja við vestaru inngongdina til Vágs Skúla á Vágsvegi , við Vágs kirkju. Skúlapatruljan verður í økinum frá kl. 7.30 til kl. 8.30 frá mánadegi til fríggjadag. Royndartíðin verður eisini brúk til at heinta inn hagtøl um ferðsluna til skúlan, bæði í bili, á súkklu og til gongu.
Heitt verður eisini á foreldur í vestara parti av býnum, sum koyra børn í skúla, um at seta tey av við inngongdina á ovara vegi, á Toftavegi, skrivar Vágs Kommuna á síni heimasíðu.
Umframt skúlapatrulju, eru nýggj blinkandi ferðsluljós bíløgd, sum verða sett upp við gonguteigin við vestaru inngongd til Vágs skúla á Vágsvegi.