Skúlin má útbyggjast

Hósvík: Talið av skúlabørnum í Hósvík er skjótt vaksandi. Tí hevur kommunan sæð seg noydda at fara undir fyrireiking av eini útbygging av verandi skúla.

Í hesum skúlaári, sum byrjaði mánadagin, er næmingatalið í skúlanum 44, harav seks næmingar eru farnir í skúla á fyrsta sinni.
Men talið av skúlabarnum er nú so stórt, at Sunda kommuna hevur verið noydd at leiga seg inn í bygdarhúsið í Hósvík sum eina fyribilsloysn.
Á bygdaráðsfundi mánadagin skal kommunan taka støðu til hetta málið við útbyggingini av skúlanum. Ætlanin er at fáa gjørda eina kostnaðarmeting, soleiðis at skúlin kann fáa tvær skúlastovur aftrat sum skjótast.
Hinvegin so er enn eingin peningur játtaður á fíggjarlógini til leigu, men 100.000 kr. eru kortini játtaðar til prosjektering.
Fíggjarnevndin mælir tí á fundinum til at ein leysgevur hesar 100.000 kr. Mælt verður í hesum sambandi til at nýta tær 10.000 kr. til leigu av bygdarhúsinum.
Í sama viðfangi verður skotið upp at tekniska nevnd fer undir at prosjektera fyri eini útbygging av skúlanum.