Tá saman um kom megnaði skótahjálpin í ár at savna inn 106 tkr. teir dagarnar, sum tiltakið fór fram.
Nakað av útreiðslum vóru sjálvandi, og eftir at hesar vórðu drignar frá, vóru 101 tkr. eftir í kassanum hjá skótahjálpini.
Ferðslutrygd og vaskimaskinu
Framman undan var gjørt av, at innsavnaði peningurin hetta árið skuldi býtast í tríggjar partar, eins og vanligt er.
Skótahjálpin hevði valt at stuðla tveimum verkætlanum, og var onnur av hesum føroysk, meðan hin var útlendsk.
Føroyski felagsskapurin, sum fær ágóðan av tiltakinum, er ráðið fyri ferðslutrygd, og verður peningurin latin sum stuðul til eina komandi fløguútgávu, sum ferðsluringur barnanna stendur fyri.
Eisini varð stuðul latin til eitt barnaheim í Sankta Pætursborg, har tað frammanundan var avgjørt, at peningurin skuldi stuðla upp undir keyp av einari vaskimaskinu. Vaskimaskinan kostar 38 tkr., og við tað at skótahjálpin lat triðingin av innsavnaða peninginum til hetta endamál, er nærum nóg mikið av peningi innkomið til íløguna.
Seinasti triðingurin verður lagdur í grunn hjá skótahjálpini. Hesin grunnur verður nýttur til bráðfeingis hjálp ymsastaðni í heiminum.
Mesta í fleiri ár
Innkomna upphæddin er hin størsta í fleiri ár. Seinastu árini hevur úrtøkan ligið um góðar 90 tkr., og fyriskipararnir eru sjálvsagt sera fegin um góðu undirtøkuna.
Onkur heppin skóti verður ivaleyst eisini sera fegin, tí millum øll skótaliðini varð ein vinnari drigin, og fær viðomandi skóti ein soviposa sendandi.
Tað eru Skótafelag Føroya og Skótalið Frelsunarhersins, sum í felag standa fyri skótahjálpini, har endamálið er at savna inn pening til vælgerandi endamál.