Ein ungur maður hevur í Føroya Rætti um vikuskiftið fingið harða revsing fyri narkotikabrotsverk.
Hann varð dømdur at sita í fongsli í sjey ár og hetta er harðasti narkotikadómur, sum nakrantíð er sagdur í Føroyum.
Hetta er tað sonevnda Norðstjørnumálið, har tveir íslendingar komu til Føroyar í september í fjør við stuttleikabáti við stórum nøgdum av rúsevnum, sum teir skuldu smugla víðari til Íslands.
Teir vóru í Føroyum í eina viku, áðrenn teir hildu leiðina fram til Íslands, men har vórðu teir tiknir og í hesum sambandi hava fleiri mans fingið harðar fongsulsdómar í Íslandi.
Tók átta tímar
Í Føroyum høvdu teir nógv samband við ein landsmann, sum búði her og tað er hesin maðurin, sum varð ákærdur í málinum.
Hann varð bæði ákærdur fyri at hava hjálpt til at smugla rúsevnini til Íslands og fyri at hava havt tey í varðveitslu fyri íslendingarnar.
Og at enda varð hann ákærdur fyri at hava havt næstan tvey kilo av rúsevnum eftir í Føroyum, tá ið íslendingarnir fóru til Íslands.
Av tí, at útlit vóru til, at revsingin fór at vera fongsul í meiri enn fýra ár, varð málið fyri einum nevningatingi.
Men málið varð alt annað enn einfalt, tí tað tók teimum 12 nevningunum næstan átta tímar at koma til eina niðurstøðu, um maðurin varð sekur ella ikki og, hvussu umfatandi lógarbrotið hevði verið.
Men tá ið niðurstøðan kom, fekk ákærin at kalla fult viðhald í sínum høvuðsákærum.
Maðurin var í fyrstu syftu ákærdur fyri at hava havt næstan 40 kilo av rúsevnum í varðveitslu fyri tveir íslendskar smuglarar í eina góða viku í september í fjør.
Rúsevnini lógu í bilinum hjá honum alla hesa tíðina.
Í ørðum lagi varð hann ákærdur fyri at hava havt øll hesi evnini í varðveitslu í tríggjar fýra dagar, tí sjálvur hevur hann greitt frá, at hann varð ikki greiður yvir, at talan var um rúsevni, fyrrenn fleiri dagar vóru farnir.
Og hesum trúðu teir 12 nevningarnir, tí teir dømdu hann sekan í at hava havt umfatandi mongdir av rúsevnunum í varðveitslu í tríggjar fýra dagar. Nevningarnir søgdu sostatt eisini, at hann visti ikki alla tíðina, at talan var um rúsevni.
Men hinvegin komu nevningarnir eisini til tað niðurstøðu, at maðurin alla tíðina visti, at talan var um at smugla rúsevni og hann var tískil dømdur sekur í at hava hjálpt til at smugla rúsevni úr Føroyum til Íslands. Og tað er líka ólógligt at smugla út, sum tað er at smugla inn.
Júst hetta var ein avgerandi ákæra hjá fútanum, hóast maðurin alla tíðina noktaði seg sekan, men her fekk ákærin so fult viðhald frá nevningunum.
Í hesum sambandi kom fram, at hann alla tíðina hevði hjálpt teimum báðum íslendsku smuglarunum við øllum møguligum praktiskum ímeðan teir vóru her.
Hann hevði hjálpt teimum at fáa handverkara til bátin, hann hevði hjálpt teimum at fáa pening úr Íslandi til proviant og umvælingar og hann hevði útvega teimum ein froskmannabúna tí skrúvan á bátinum skuldi kannast. Hann hevði eisini útvegað teimum innivist og hann hevði koyrt teir runt í bili.
Hann var eisini dømdur sekur í at hava havt næstan tvey kilo av rúsevnum eftir í Føroyum, eftir at íslendingarnir vóru farnir avstað aftur.
Kravdi stranga revsing
Í hesum málinum kravdi ákærin, at maðurin var dømdur eftir teirri strangari lógargreinini um narkotikabrotsverk, sum kann geva upp í 10 ára fongsul.
Men ákærin bað eisini nevningarnir um at taka ein serliga lógargrein í brúk, sum gevur heimild at leggja upp til 50% afturat revsingina, tá ið talan er um serliga skerpandi umstøður.
Í hesum sambandi kom fram í fjølmiðlunum í farnu viku, at ákærin hevði kravt at maðurin varð dømdur at sita í fongsli í 15 ár.
Men ákærin sigur, at hetta er misskilt, tí Fútin hevði ongantíð hugsað sær, at revsingin skuldi vera so hørð.
Tað var heldur ikki tikið støða til, um hendan serliga lógargreinin, sum gevur heimild at hækka revsingina undir serliga skerpandi umstøðum, yvirhøvur skuldi brúkast, men tað var ein møguleiki, sum ákærin vildi hava loyvi frá nevningunum at umhugsa.
Men tað slapp ákærin frá at hugsa um, tí tað søgdu nevningarnir nei til.
Í hesum sambandi helt ákærin kortini, at talan skuldi vera um harðastu revsing og kravdi tískil, at maðurin skuldi sita í 10 ár.
Verjin helt at talan kundi verða í mesta lagi um fýra ár, tí hann hevði noktað seg sekan í at hava hjálpt til at smugla.
At hann hevði hjálpt sínum gomlum vinmonnum, var ikki annað enn øll gjørdu fyri síni vinfólk og tað gjørdi ikki mannin til smuglara.
Sjey ár í fongsul
Endin var so, at maðurin varð dømdur at sita í sjey ár. Men tað er ein hørð revsing, tá ið hugsað verður um, at hægsta revsing er 10 ár.
Í Íslandi er hægsta revsing 12 ár og har var onkur av smuglarunum eisini dømdur í fongsul í sjey ár, so lutfalsliga er revsingin í Føroyum harðari.
Í sambandi við dómin løgdu nevningarnir dent á, at maðurin hevði ikki havt so stóran leiklut í smuglingini og teir tóku eisini atlit til, at hann hevði sitið so leingi avbyrgdur.
Hinvegin varð dentur eisini lagdur á, at talan var um grovt og umfatandi brotsverk.
Men av tí, at talan var um útlending, varð eisini kravt, at hann var burturvístur úr Føroyum.
Og tað fekk ákærin viðhald í og sostatt varð maðurin eisini burturvístur úr Føroyum fyri lívið og kann sostatt ongantíð seta fót aftur á føroyska jørð.
Sjálvur helt tann ákærdi, at hetta var tann harðasta revsingin, hann kundi fáa, tí hann kendi seg meiri heima í Føroyum, enn í Íslandi, hóast hann ongi av sínum nærmastu skyldfólkum hevur her á landi.
Men reglan er tann, at verður ein útlendingur dømdur í fongsul í meiri enn tvey, verða teir eisini útvístir fyri lívið.