Alice Simonsen er frá 1. mars sett í starv sum leiðari í Áarlon, dagstovninum í Kvívík.
Hon er útbúgvin námsfrøðingur í 1995 og hevur tíðliga á sínari starvsleið eitt nú arbeitt á Føroya Barnaheimi og í Margarinfabrikkini.
Seinnu árini hevur Alice Simonsen eitt nú starvast sum dagligur leiðari hjá Barnabata og sum málsviðgeri hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu.
- Seinasta arbeiðsuppgávan, sum Alice Simonsen hevði, áðrenn hon byrjaði í starvinum í Áarlon, var at seta á stovn ungdómshús í Vági, og hevur hon virkað sum leiðari har síðan 1. februar 2014.
Tað veit Kvívíkar kommuna at siga, og tað er eisini Kvívíkar kommuna, sum eigur viðheftu mynd av borgarstjóranum og nýggja dagstovnaleiðaranum.