Skal svíða illa í pengapunginum

Revsingin fyri at dálka við olju eigur at verða so stór, at tað svíður illa, heldur løgtingið

Tann, sum dálkar havnir og firðir við olju, eigur at fáa eina revsing, sum merkist.

Tað heldur í hvussu so er Føroya Løgting.

Tað hendir javnan og savnan, at firðir og havnir verða dálkaðar við olju, men tað er ein afturvendandi atfinning, at revsingarnar eru so lágar, at tær gera als ongan mun.

Ein trupulleiki kann vera, at viðurskiftini hava verið ov ógreið og at tað hevur verið ov torført at siga akkurát, hvør hevur ábyrgdina.

Hesi viðurskifti verða púra greið, nú nýggj kunngerð er á veg, sum vit greiða frá aðrastaðni her á síðuni.


Nógv harðari revsing

Men hóast revsingarnar hava verið lágar, er ongin ivi um, at politisk viljin er, at revsingin skal vera rættiliga hørð.

Tá ið havumhvørvislógin varð samtykt, hevði Løgtingið eisini nakrar metingar um, hvussu hart tað skuldi revsast at dálka við olju.

Løgtingið heldur, at revsingin skal byggjast stigvíst upp, so at talan í fyrsta lagi verður um bót, men at revsingin kann herðast so líðandi til beinleiðis fongsulsrevsing upp til tvey ár, tá ið talan er um grovt ósketni ella, at olja er latin á sjógv við vilja.

Støddin á bótini eigur at ásetast eftir, hvussu nógv olja verður latin út og hvussu tað ávirkar umhvørvið.

Í hesum sambandi mælir Løgtingið til, at ein ólóglig burturbeining upp á 500 litrar eigur at geva eina bót upp á 25.000 krónur, ein ólóglig burturbeining upp á 1000 litrar eigur at geva eina bót upp á 50.000 krónur og fyri burturbeiningar upp á 10.000 litrar eigur bótin at vera 100.000 krónur.

Bøturnar eiga sjálvandi at kunna hækka og lækka í førum, har tað eru antin herðandi ella linnandi umstøður.

Samanlagt hava tær smáu ólógligu burturbeiningarnar undir 1000 litrar av olju tey størstu negativu árinini á umhvørvið, tí at tær burturbeiningarnar eru so nógvar í tali. Umhvørvismyndugleikar í Svøríki og Danmark hava tí mett, at tað eisini í slíkum førum skal bera til at áseta ásýniligar bøtur. - Sama eigur at gera seg galdandi í Føroyum, so at bótastøddin fyri brot á reglurnar um at burturbeina olju, verður á sama stigi sum hjá okkara grannalondum, ið eisini hava tikið undir við altjóða sáttmálunum.

Les eisini greinina: Strangari reglar á veg fyri oljudálking og greinina: Svínarí skal revsast nógv harðari