Skála hevur ikki fingið stig móti KÍ síðani 2019

KÍ hevur vunnið 16 av teimum seinastu 20 dystunum móti Skála

Savnsmynd

Fimti og seinasti dysturin í 10. umfarinum í Betrideildini hjá monnum verður leiktur í kvøld klokkan 19.

 

Undir Mýruhjalla á Skála tekur heimaliðið, Skála móti verandi meistarunum, KÍ.

 

Skála er nummar sjey í deildini við 10 stigum, meðan KÍ er triðfremst við 21 stigum.

 

Hagtølini fyri teir seinastu 20 dystirnar millum Skála og KÍ í bestu deildini og í steypakappingini tala fyri einum sigri til KÍ.

 

Seinast Skála fekk stig móti KÍ var 17. august í 2019, tá tað eydnaðist Skála á vøllinum undir Mýruhjalla at fáa javnleik 2-2 móti KÍ.

 

Seinast Skála vann á KÍ á vøllinum undir Mýruhjalla 16. september í 2018. Tá vann Skála 1-0 á KÍ.

 

HER eru hagtølini frá teimum seinastu 20 dystunum millum Skála og KÍ við oddsunum, ið vóru latin til dystirnar:

 

##med2##

 

##med3##

 

Savnsmynd